Keyp nú gull, vælsignaður, og blaka skramblið í skrell. Gullið er Guðs orð; og tú keypirt tað við at elska og akta tað av hjarta

 17  Av tí at tú sigurt, Eg eri
ríkur, og øktur við góðsi, og havi
tørv á ongum; og veitst ikki at
tú ert vesælur, og ússaligur, og
fátækur, og blindur, og nakin:
 18  Tilráði eg tær at keypa av
mær gull, roynt í eldinum, at
tú mást verða ríkur; og hvítan
búnað, at tú mást verða klæddur,
og skommin av nakni tínum
birtist ei; og salva eygu tíni við
eygnasalvu, at tú mást síggja.
 19  So mangar sum eg elski, teir
átali eg og agi : ver vandlátur tessvegna,
og vend um.
 20  Sí, eg standi við dyrnar,
og banki uppá: um nakar maður
hoyri rødd mína, og opni dyrnar,
eg vil koma inn til hansara, og vil
eta náttverða saman við honum,
og hann við mær.
( Opb. 3:17-20  FKJ )

Onnur tíðindi