Kenye West (kallar seg Yeezus): kirkja anti-christs í útvarpssending Petra-Símuns; – so “jaliga” villleiðandi



Tilognað Símuni Jóannesarsyni Hansen (sum spældi Kenye West í útvarpinum í kvøld, sum FYRSTA SANG í síni wannabe Christnu sending), og Kelduni í skálabotni, og Nebo á Toftum, sum falla fyri ØLLUM sum brúkar Jesu navn, og sum alt hevur sama anda (anda hesa heims).

ALT Guðsspottiligt lort sleppur inn í Kelduna. ALT.

Kenye gjørdi eina bíbliu fyri nøkrum árum síðani, har hann broytti tekstin til at siga: “In the beginning KENYE created the heaven and the earth”, og so kallar hann seg sjálvan “Yeezus”. So hann ger seg til ein Christus figur og heldur seg vera Guð. Hansara falska bíblia sigur eisini í innleiðandi tekstinum til Genesis: I am a god. Hetta er IKKI Andi Jesu Christs, sum Kenye og Símun føra fram – hetta er ANDI ANTI-CHRISTS!!!

Ein kundi ikki verið ein størri GUÐSPOTTARI enn Kenye West!!! Og man kundi ikki verið BLINDARI enn Símun Jóannesarson Hansen, hvussu nógv ein so royndi.
Syrgiligt!

Fólk fylgir tí, sum kitlar, sær gott út, og tosar sukursøtt. Nevnir tað Jesus, so er tað frelst, óansæð. Tað eru altso FALSKIR Jesusar. Tað sigur Guðs orð í II. Corinth II:4. Les tað, tín drumbur!!!

Illuminati-tríkantar allastaðni. Kona hansara gongur í SLANGU-klæðum, og gongur til spákonu, samstundis sum hon selur mann sín.

Hatta er dundrandi falskt, OKKULT, blasphemiskt, anti-christiligt, new-age, villleiðandi, sataniskt. Og nú falla tit fyri tí. Starblind. Hevði tó ikki væntað annað, tí tit elska henda heim og orka ikki Guðs orð, eiheldur elska tað.

Hvussu Kenye kallar seg Jesus? Jú, tí hann kallaði bíbliu sína fyri The Book of Yeezus, og koyrdi so eina mynd av SÆR SJÁLVUM á forsíðuna. Legg so eitt og eitt saman, um tú yvirhøvur hevur eygu.

Sarkastiskur?
Tað er tað ØLL GRUND til at vera.



Nú sigur Kenye seg knappliga vera umvendan.
Vit vita, hvat hatta er fyri nakað. Einkið annað enn tað sum Paul Mc Cartney, Cliff Richard og Elvis spældu. Ein satanisk villleiðing, tí teir røra alt í ein ellubita. Kenye hevur ikki  avsagt sær og vent um frá og biðið um fyrigeving fyri blasphemisku bíbliuna sum hann gav út fyri nøkrum árum síðani; nei, alt koyrir bara víðari, og skal renna saman í eitt … og tað er júst tað, sum satanistarnir í illuminati vilja: villleiða okkum Christnu til at tilbiðja Lucifer saman við sær.

Eg sigi bums nei!
Hvat sigur tú?

(Keldufólkið fer at tosa rundanum og verja lortið; so teimum kanst tú síggja burtur frá).


Símun Jóannesarson: elskar tú Jesus meir enn hini?
Ver fyrimynd hjá fylginum, og gevst at villleiða Guðs fólk út á villinni gøtur.

Móab skal ýla yvir Nebo, og yvir Medebu: á øllum teirra høvdum skal vera skallutleiki, og hvørt skegg klipt av.
(Esaiah 15:2b)

Í stuttum: Skomm omanyvir høvdið á smílandi, mammon-elskandi, liberalu babsunum.

A’-men.


Eitt afturat: Einaferð illuminati – altíð illuminati (apropos OSAS). Kenye hevur verið í illuminati – for sure, og eingin sleppur burtur úr tí uttan deyðilgar fylgjur; TÍ sigi eg, at hann er tað enn, og er útsendur av teimum, undir SATAN, at villleiða kirkjuna. Men tað síggja villleiddir, villleiðandi, snikutir sníkar ikki. Eisini á konsertum, eftir at hann skal eitast fyri at vera umvendur, trampar hann uppi á palli, sum er gjørdur sum EITT EYGA, EYGA LUCIFERS. Hvar? Í Lakewood church hjá Smiley Joe Christ-rejecting Osteen!!. Kenye stendur mitt inni í eyganum. TAÐ ER IKKI TILVILDARLIGT!!! Hatta er andi anti-christs so tað floytar eftir í.

 

Onnur tíðindi