Keldan hevur ein góðan hirða, men hann eigur at hava Guðs sjey Guð-givnu elstar rundan um seg, um skipið skal halda beina og REINA kós (Einkið eitur “leiðarapar” í Guðs Heilagu Bók)

Guðs Guð-givnu elstar bakkaðu undan (ella vórðu vrakaðir av eini kjøtligari fleirtalsmeining (Guðs meinigheit er IKKI eitt demokrati)), og settu fáfróðar maskottar í sítt stað.

Gerið nú loksins rætt, so sum Guðs orð sigur, – so fara innskridnu skræpugjølvinga-skrólararnir út, ella verða umbroyttir, halda munn, og sita og kenna sítt pláss. Guð gævi.

1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12

Hini 7 krøv Guðs viðvíkjandi elstum
í Titus. 1:5-6
Meinigheitirnar í dag tykjast ætla at stýra sær sjálvum eftir reglum, sum tær sjálvar finna uppá sum best ber til, og so sum best hóskar endatíðar-tíðarandanum.  Man uppførir seg sum um man ongar reglur hevur fingið frá Guði.  Guð hevur hinvegin í orði sínum givið okkum long stykkir sum siga okkum heilt greitt, enntá í punkt-formi, hvørji krøv Guð setur til sínar hirðar, samkomutænarar og elstaráð.
 
Guðs meinigheit í hesi síðstu tíð núverandi hevði gjørt væl í at givið Guðs orðum um hesi viðursk
iftir gjølla gætur, tí Guð meinar altso hvørt orð, hann sigur. (V. Mós. 4:2 ; Jer. 26:2 ; Matth. 24:35 ; Titus 1:2).
 
 
 

  5  Fyri hesa grund læt eg teg
eftir á Cret
oy, at tú skuldirt seta

í rættlag teir lutir sum vanta í, og

innseta elstar í hvørjum staði, eins

og eg hevði fyriskipað tær
:

  6 
Um nakar veri ólastandi, ektamaðurin

hjá einari ektakonu, havandi

trúføst børn ikki ákærd fyri

óryggjuskap ella óstýrlig.
(Titus 1:5-6)

 

 

1)  Elstir verða innsettir av monnum í myndugleika
(Bert Paulus (stovnarin av meinigheitini) og Timotheus (tann setti hirðin í meinigheitini) høvdu myndugleika at innseta elstar

.. Fyri hesa grund læt eg teg eftir á Cret
oy, at tú skuldirt seta í rættlag teir lutir sum vanta í, og innseta elstar  (v. 5)

2)  Uttan elstar høvdu lutir verið vantandi í meinigheitunum

.. skuldirt seta í rættlag teir lutir sum vanta í, og innseta elstar  (v. 5)

3)  Ein elsti eigur at vera ólastandi
.. Um nakar veri ólastandi,  (v. 5)

4)  Ein elsti eigur at vera ektamaðurin hjá einari ektakonu
.. ektamaðurin hjá einari ektakonu,  (v. 5)
(Hetta útilokar kvinnuligar elstar, tí hvør kvinna er ektamaðurin hjá einari ektakonu?.)

5)  Børnini hjá einum elsta eiga at vera trúføst
.. havandi trúføst børn ..  (v. 6)


6)  Børnini hjá einum elsta mugu ikki vera ákærd fyri óryggjuskap
.. ikki ákærd fyri óryggjuskap ..  (v. 6)

7)  Børnini hjá einum elsta mugu ikki vera óstýrlig

.. ella óstýrlig
.  (v. 6)
 
 

Hini 21 krøv og leiðbeiningar Guðs
viðvíkjandi biskupsembætinum
í Titus 1:7-9 ; 13 ; 2:15

 
(Biskupur: Umsjónarmaður og í staðbundnari kirkju/meinigheit. Altso eigur Guð NÓGVAR biskupar í Føroyum í dag)
 
 
  7  Tí ein biskupur má vera ólastandi,
sum umsjónarmaður Guðs
;
i
kki sjálvráðin, ikki skjótt firtin,

ikki givin til víns, eingin sláari,

ikki givin til skitins vinnings
;
  8 
Men ein elskari av gestablídni,

ein elskari av góðum monnum,

edrúiligur, rættvísur, heilagur,

fráhaldandi
;
  9 
Haldandi fast hitt trúfasta

orðið sum hann er vorðin lærdur,

at hann má vera førur fyri við heilnæmari

Guðslæru bæði at áminna
og at sannføra andmælararnar.
(Titus 1:7-9)

  13  Hesin vitnisburður er sannur.
Hvørsvegna harta teir hvassliga,

at teir mega verða heilnæmir í

trúnni
;
(Titus 1:13)

  15  Hesar lutir tala, og formana,
og harta við øllum myndugleika
.

Lat ongan mann vanvirða teg
.
(Titus 2:15)


1) Biskupurin má vera ólastandi
.. Tí ein biskupur má vera ólastandi, (v. 7)

2) Biskupurin er umsjónarmaður Guðs

.. sum umsjónarmaður Guðs; (v. 7)

3) Tað, sum biskupurin er umsjónarmaður yvir, tilhoyrir Guði, tí um umsjónarmaðurin er Guðs, tá er eisini tað Guðs, sum

hann hevur umsjón yvir (hetta prógvast við Gern. Ap. 20:28)
.. sum umsjónarmaður Guðs; (v. 7)

4) Biskupurin má ikki vera sjálvráðin

.. ikki sjálvráðin, (v. 7)

5) Biskupurin má ikki verða skjótt firtin

.. ikki skjótt firtin, (v. 7)
 
6) Biskupurin má ikki vera givin til vín
.. ikki givin til víns, (v. 7)

7) Biskupurin má ikki vera nakar sláari
.. eingin sláari, (v. 7)

8) Biskupurin má ikki vera givin til skitnan vinning
.. ikki givin til skitins vinnings; (v. 7)

9) Biskupurin má vera ein elskari av gestablídni
.. Men ein elskari av gestablídni, (v. 8)

10) Biskupurin má vera ein elskari av góðum monnum
.. ein elskari av góðum monnum, (v. 8)

11) Biskupurin má vera edrúiligur
.. edrúiligur, (v. 8)

12) Biskupurin má vera rættvísur
.. rættvísur, (v. 8)

13) Biskupurin má vera heilagur
.. heilagur, (v. 8)

14) Biskupurin má vera fráhaldandi
.. fráhaldandi, (v. 8)

15) Biskupurin má halda fast hitt trúfasta orðið
.. Haldandi fast hitt trúfasta orðið, (v. 9)

16) Biskupurin má vera vorðin lærdur hitt trúfasta orðið
.. sum hann er vorðin lærdur, (v. 9)

17) Biskupurin má vera førur fyri, við heilnærari Guðslæru, at áminna andmælararnar
.. at hann má vera førur fyri við heilnæmari Guðslæru bæði at áminna og at sannføra andmælararnar. (v. 9)

18) Biskupurin má vera førur fyri, við heilnærari Guðslæru, at sannføra andmælararnar
.. at hann má vera førur fyri við heilnæmari Guðslæru bæði at áminna og at sannføra andmælararnar. (v. 9)

19) Biskupurin stendur í myndugleika til at harta hvassliga
(Timotheus var hægsti biskupur í Ephesus)
.. Hvørsvegna harta teir hvassliga, (v. 13)

20) Harting hansara má sjálvandi vera við einari væl-meinandi ætlan
(Timotheus var hægsti biskupur í Ephesus)
.. at teir mega verða heilnæmir í trúnni; (v. 13)

21) Biskupurin eigur at formana onnur (t.e. áminna um alt, ið áður er vorðið lært um heilaga lívsførslu o.a.)
(Timotheus var hægsti biskupur í Ephesus)
.. Hesar lutir tala, og formana, (2:15)

 

 

Hini 21 krøv Guðs viðvíkjandi deknaembætinum í I. Tim. 3:8-13
(Deknur: Kirkjuliðstænari í staðbundnari kirkju/meinigheit)
 

  8  Líkaleiðis mugu deknarnir

vera virðiligir, ikki tvítungutir,

ikki givnir til nógvs víns, ikki grádigir

eftir skitnum vinningi;

  9  Haldandi loyndardóm trúarinnar

í eini reinari samvitsku.

  10  Og lat hesar eisini fyrst verða

royndar; síðan lat teir brúka

dekna-embætið, verðandi funnir

ólastandi.

  11  Enntá soleiðis mugu konur

teirra vera virðiligar, ikki baktalarar,

edrúiligar, trúfastar í øllum

lutum.

  12  Lat deknarnar vera ektamenninir

hjá einari ektakonu,

stjórnandi børnum sínum og

egnu húsum sínum væl.

  13  Tí teir sum hava brúkt

dekna-embætið væl útvega til sín

sjálvs eina góða støðu, og mikið

dirvi í trúnni sum er á Christ

Jesus.

 
 
1)  Deknarnir mugu vera virðiligir
.. Líkaleiðis mugu deknarnir vera virðiligir,  (v. 8)

2)  Deknarnir mugu ikki vera tvítungutir

.. ikki tvítungutir,  (v. 8)

3)  Deknur má ikki vera givin til nógv vín
.. ikki givnir til nógvs víns,  (v. 8)

4)  Deknur má ikki vera grádugur eftir skitnum vinningi
.. ikki grádigir eftir skitnum vinningi;&nnbsp; (v. 8)

5)  Deknar mugu halda loyndardóm trúarinnar, t.e. kenna og varðveita evangeliið og læruna
.. Haldandi loyndardóm trúarinnar.  (v. 9)

6)  .. Hetta mugu deknarnir gera í reinari samvitsku, altso í ærligheit og sannleika, uttan hykl
.. í eini reinari samvitsku  (v. 9)

7)  Deknar eiga at verða royndir áðrenn teir verða innsettir
.. Og lat hesar eisini fyrst verða royndar;  (v. 10)

8)  At vera deknur er eitt embæti í samkomuni
.. síðan lat teir brúka dekna-embætið,   (v. 10)

9)  Deknarnir kunnu vera mangir
.. lat hesar..  (v. 10)

10)  Orðið deknur (gr. “diakoneo”) merkir tænari ella hjálpari
(so tað er altso ein tænari og ein hjálpari, sum ein deknur er)
.. dekna-embætið,   (v. 10)

11)  Deknar mugu verða funnir ólastandi
.. verðandi funnir ólastandi.  (v. 10)

12)  Deknar hava konur, so teir eru menn (ikki konur)
.. Enntá soleiðis mugu konur teirra vera ..  (v. 11)

13)  Konur deknanna mugu vera virðiligar
.. Enntá soleiðis mugu konur teirra vera virðiligar,  (v. 11)

14)  Konur deknanna mugu ikki vera baktalarar
.. ikki baktalarar,  (v. 11)

15)  Konur deknanna mugu vera edrúiligar
.. edrúiligar,  (v. 11)

16)  Konur deknanna mugu vera trúfastar í øllum lutum
.. trúfastar í øllum lutum.  (v. 11)

17)  Deknar mugu vera ektamenninir hjá einari ektakonu (aftur her: deknar eru menn)
.. Lat deknarnar vera ektamenninir hjá einari ektakonu,  (v. 12)

18)  Deknar mugu stjórna børnum sínum væl
.. stjórnandi børnum sínum … væl.  (v. 12)

19)  Deknar mugu stjórna egnu húsum sínum væl
.. stjórnandi … egnu húsum sínum væl.  (v. 12)
(Legg annars til merkis, at húsið í Guðs orði verður altíð kallað mansins, ikki konunnar; tí maðurin er høvdið, og hann er
forsyrgjarin; hann byggir reiðrið, og bøga hansara støðast heima.)

20)  Embætið brúkt væl útvegar eina góða støðu
.. Tí teir sum hava brúkt dekna-embætið væl útvega til sín sjálvs eina góða støðu,  (v. 13)

21)  .. og mikið dirvi í trúnni
.. og mikið dirvi í trúnni sum er á Christ Jesus.  (v. 13)

 

 
FSF dugir at vígvirkja seg: Guðs meinigheit dugir ikki:

Martin Olsen og Osbjørn Jacobsen og gamli Høj á Strondum skulu skamma seg av, um teir hava bakkað út frá sínum ábyrgdar postum, við tí úrsliti, at meinigheitin er vorðin eitt SIRKUS.
Teir eru teir egentligu elstu í Kelduni, innast í kjarnanum.
Trakkið nú til og takið ábyrgd!

Um tit ongantíð hava verið elstar, so er tað eisini ov galið; tí tit ERU kjarnin í meinigheitini. At tit ikki VILJA taka ábyrgd, er so bara alt ov galið og til tykkara skomm.

“Jamen, eg havi ongantíð verið elsti” dugir ikki. Tit tríggir ERU teir elstu av teimum elstu, tit tríggir duga allir at læra Guðs orð, eru andaliga myndigir osv. NÓGV framum hasar tríggjar prøjsarnar sum tit hava sett í staðin. Teir kunnu kanska eisini vera elstir, men teir ERU IKKI tann innasti kjarnin. Nixen bixen. Traðkið tit nú til. Einkið góða mamma, ella kona mín sigur ditt, og kona mín heldur datt. Tær kunnu gera so væl og akta tykkum.

Uttan Guð-givna leiðslu, sum óttast GUÐ, ikki fólkið og hvat fólkið vil hava, so traðka Áron, Nadab, Abiram, og Cora til, og smíða fólkinum ein gullkálv, og so fer alt upp at dansa og svansa.
Well. So leingi sum eg livi, fari eg at tala at.
Vit tilbiðja ikki hasa heilagu kúnna, tey kalla musikk. Vit tilbiðja HARRAN einans!

Onnur tíðindi