John MacArthur skilur ikki eingong eina so grundleggjandi doktrinu sum hana um Jesu blóð



– deyði, doygging, bløðing, er IKKI tað sama sum sjálvt Jesu BLÓÐ!.

MaðkArthur snýr sær undan sum ein ormur, tí hann TOLIR IKKI EINFØLDU DOKTRINUNA um Jesu blóð, at tað vaskar okkum frá allari synd (I. Jóh. 1:7), at vit eru leyskeypt við dýrabæra blóði Christs (I. Pætur 1:18-19), at vit eru endurloyst við Jesu blóði (Heb. 9:12), halgað við Jesu blóði (Heb. 13:12), hava eftirgeving av okkara syndum við Lambsins blóði (Heb. 9:22), hava frið ígjøgnum blóð krossar hansara (Col. 1:20), eru áslett við Jesu blóði (I. Pætur 1:2 & Heb. 12:24), eru endurkeypt til Guðs við blóði Lambsins (Opb. 5:8-9), vinna á ákæara brøðra vára við blóði Lambsins (Opb. 12:11), hava fyribøting ígjøgnum trúgv á blóð hansara (Róm. 3:25), eru keypt við blóði Guðs (Áp.Gern. 20:28), eru rættvísgjørd við blóði hansara (Róm. 5:9), og at mín skikkja er tvigin og gjørd hvít í blóði Lambsins (Opb. 7:14).

Stakkals tit øll, sum síggja upp til handa gamla maðkin Arthur, og kanska enntá lata gleppa tykkum úr hondum allar omanfyrinevndu ágóðarnar. Ikki eiti á skomm og gølu, tað má sigast! Har, ið OSAS blindandi andar bølast, har kann ilt bara gerast verri. Og so hevur hatta gjørt sær sína egnu wannabe bíbliu, sum stendur á alexandriskum og pávaligum sandi við sparlum í. Synd, skomm, og vei!.

Eg haldi meg til Guðs orð, og Jesu blóð; og vil ávara ein og hvønn staðiliga ímóti MaðkArthur. Hann er ein poleraður, pudraður, rafineraður, fólkaligur, væl dámdur falslærari av ringastu sort.

Null
respekt!

Onnur tíðindi