“Jesus only”, ella “United Pentecostals” er ein onnur dundrandi kult, sum avnoktar, at teir tríggir persónarnir í tríeindini eru tríggir atskildir persónar


Tvey brot eru í play-listanum


Tríeindin sæst út ígjøgnum skriftina alla:


Reytt: Guð Faðirin
Blátt: Guð Sonurin
Gult: Guð Halgi Andin


Meðan hann enn talaði, sí, eitt bjart skýggj skuggaði yvir teir: og sí ein rødd út úr skýgginum, sum segði, Hesin er mín háttelskaði Sonur, í hvørjum eg eri væl toknaður; hoyrið tit hann.

( St. Matth. 17:5 FKJ )


Farið tit tessvegna, og lærið allar tjóðir, doypandi tey í navni Faðirsins, og Sonarins, og Halga Andans:

( Matth. 28:19 FKJ )


Náði Harrans Jesu Christs, og kærleiki Guðs, og samfelag Halga Andans, veri við tykkum øllum.  A´-men.

( II. Cor. 13:14 FKJ )


At teirra hjørtu máttu verða uggað, verðandi knýtt saman í kærleika, og at øllum ríkidømi av hini fullu sannføring av skili, til ásanningina av loyndardómi Guðs, og Faðirsins, og Christs;
( Col. 2:2 FKJ )


Tí at tað eru tríggir, sum geva frágreiðing í himni, Faðirin, Orðið, og Halgi Andin: og hesir tríggir eru eitt.

( I. Jóh. 5:7 FKJ )


Og tey fýra djórini høvdu hvørt av teimum seks veingir rundan um seg; og tey vóru full í eygum innanvert: og tey hvíla ikki dag og nátt, sigandi, Heilagur, heilagur, heilagur, Harrin Guð Almáttugur, sum var, og er, og koma skal.
( Opb. 4:8 FKJ )


Tit sonnu Christnu:
Standið blankt ímóti “Jesus only” fólki.
Bjóðið teimum ikki inn.

Tosið ikki við tey, uttan tit eru før fyri at vísa teimum sannleikan út frá Guðs orði.

9 Hvørsumhelst ið misbrýtur, og verður ikki verandi í Guðslæru Christs, hevur ikki Guð.  Hann, sum verður verandi í Guðslæru Christs, hann hevur bæði Faðirin og Sonin.
10 Um tað komi nakar til tykkara, og komi ikki við hesi Guðslæru, takið ikki ímóti honum inn í hús tykkara, eiheldur bjóðið honum Guðs byr:11 Tí at hann, sum býður honum Guðs byr, er luttakari í hans illu gerðum.
( II. Jóh. 9-11 FKJ )


( Sitatir eru úr aðru útgávu av FKJ N.T. )


Hvat er “Jesus Only” falslæran? (Oktober 2014):