13 Men farið tit og lærið hvat
tað merkir, Eg vil hava miskunn,
og ikki sláturoffur: tí eg eri ikki
komin at kalla hinar rættvísu,
men syndarar til umvendingar.
( Matthæus 9:13 FKJ )
Sonn umvending er ikki bara at biðja Jesus Christ fyrigeva syndir tínar.
Sonn umvending er at biðja um fyrigeving fyri umlidnar syndir, men harafturat at gera av í tínum hjarta, at tú VILT IKKI liva longur í synd, men biður Guð um kraft og hjálp til í roynd og veru at venda syndini bakið, og ganga smala vegin, halganar-vegin.
Hetta er sonn umvending.
Sonn umvending er eitt rætt-vent hjarta mótvegis Guði; rætt-vent frá stund til stund. Umvending er ikki ein eingangs-hending, men ein støðugur hjarta tilstandur, sum er eins og eitt skip, sum má støðugt stilla kósina av eftir kumpassini.
Og so livir tú í ljósinum við dagligari uppgerð við Guð, har tú verður vaskaður við blóði Jesu Christs frá stund til stund til stund til stund.
Hevur tú vent um í dag?
11 Líkaleiðis roknið tit eisini
tykkum sjálvar at vera deyðar í
roynd og veru yvirfyri synd, men
livandi yvirfyri Guði gjøgnum
Jesus Christ váran Harra.
12 Latið ikki synd tessvegna
ráða í deyðiliga likami tykkara,
at tit skuldu lýtt henni í girndum
hennara.
( Rom. 6:11-12 FKJ )
P.S. Orðunum til umvendingar kanst tú leita eftir við sjóneyku og leysi í bíblium Dahls og Victors í tvær ævir, – tú finnurt tey aldri.