Jesus innsetti IKKI líkarætt og kynsjavnan, tá ið hann lovaði kvinnum at vera tær fyrstu at vitna um, at hann var upprisin

(Hetta var tó tekin um, at Jesus virðir tær og elskar tær, men hann gekk tó IKKI ímóti sínum egna orði og setti tær yvir menninar.)

Um ævir, O, Harri, títt orð
er grundfest í himni.
(Psálmur 119:89 FKJ)

Innleiðing
Ein flokkur av yvir trimum kvinnum fingu tann heiður, at vera tey fyrstu at bera øðrum boð um, at Jesus Christus var risin frá teimum deyðu. Mangan hoyri eg bronglarar av Guðs orði mølma, at hetta skal merkja, at Jesus nú lyfti konuna upp javnstøðis við mannin, og at nú er als eingin munur á manni og konu longur. Við gjølligari eftirkannan síggja vit tó, at hetta er als ikki so. Til dømis í Móse bókunum síggja vit, at kvinnan skuldi altíð hava ein mann yvir sær: um hon var ógift, so var hon undir faðir sínum. Um ein kvinna strongdi heiti, og faðir hennara, ella ektamaður hennara, ógyldaði tað, so var tað ókyldugt (sí Nummur kapitul 30). Men við at júst loyva kvinnunum at vera tær fyrstu at vitna, sýndi Jesus, at í Nýggja Testamenti mega kvinnurnar eisini bera vitnisburð um hann; men hann hevur tó ikki gjørt bæði til fyrsta stýrimann; nei, maðurin er enn, sum áður, høvur konunnar, bæði í heiminum og í samkomuni (kirkjuni).

Tað er ein óreingiligur Bíbilskur sannleiki, at Guð hevur sett menninar yvir konunum í heiminum, í samkomuni (kirkjuni), og í samfelagnum. Síðstu 30-40 árini er vesturheimurin farin longur og longur burtur frá hesi gomlu lóg, í síni havisjúku eftir pengum; pengarnar fingu tit, men hvussu sterkur er tann innari bygnaðurin í omanfyri nevndu eindunum í dag? Hvussu leingi fer tað almenna at megna at sparsla í sprekkurnar í hesum múri av lygn? Brátt man hann rapla; og tá stendur Guðs orð enn.

Markus 16:9-11 FKJ:
9 ¶ Nú, tá ið Jesus var upprisin
árla hin fyrsta dag vikunnar, birtist
hann fyrst fyri Mariu Magda-
le´-nu, út úr hvørji hann hevði
kastað sjey djevlar.
10 Og hon fór og segði teimum
frá sum høvdu verið við honum,
sum teir syrgdu og grótu.
11 Og teir, tá ið høvdu hoyrt
at hann var livandi, og hevði verið
sæddur av henni, trúðu ikki.

Lukas 24:1-11 FKJ:
NÚ, uppá hin fyrsta dag vikunnar,
reiðuliga árla um
morgunin, komu tær at gravhýsinum,
havandi við sær hinar angandi
kryddurtir sum tær høvdu tilreitt,
og ávísar aðrar við teim.
2 Og tær funnu steinin rullaðan
burtur frá gravhýsinum.
3 Og tær fóru inn, og funnu ikki
likam Harrans Jesu.
4 Og tað bar á, sum tær vóru
mikið ørkymlaðar um tað, sí, tveir
menn stóðu hjá teimum í skínandi
klæðum:
5 Og sum tær vórðu ræddar, og
boygdu niður andlit síni til jarðar,
søgdu teir við tær, Hví sóknast tit
eftir teimum livandi millum teirra
deyðu?
6 Hann er ikki her, men er risin
upp, minnist hvussu hann talaði
við tykkum tá ið hann var enn í
Galileu,
7 Sigandi, Menniskjusonurin
má verða givin upp í hendurnar á
syndafullum monnum, og verða
krossfestur, og hin triðja dagin
rísa aftur.
8 Og tær mintust aftur orðini
hjá honum,
9 Og vendu aftur frá gravhýsinum,
og søgdu teimum ellivu frá
øllum hesum lutum, og fyri øllum
hinum.
10 Tað var Maria Mag-da-le´-na,
og Jó-an´-na, og Maria móðir Jácobs,
og aðrar kvinnur ið vóru við
teimum, sum søgdu apostlunum
frá hesum lutum.
11 Og orð teirra tóktust teimum
eins og tómar søgur, og teir trúðu
teim ei.

… Hetta er rætt; ja, men:

1) Guð setti mannin at stjórna yvir kvinnuni
Guðs orð lærir ikki javnstøðu, hvørki í Gamla Testamenti, ella í Nýggja Testamenti; nei, heilt frá byrjanini lesa vit:

Genesis 3:16 FKJ
Við kvinnuna segði hann,
Eg vil stórliga margfalda tína
sorg og tína framaling; í sorg
skalt tú bera fram børn; og tín
trá skal vera til tín ektamann, og
hann skal stjórna yvir tær.

2) Guð hevur sett mannin sum høvur yvir konuni
Guðs orð lærir greitt, at høvur ektakonunnar er ektamaðurin, og at ektakonan skal vera undirgivin yvirfyri sínum ektamanni í hjúnabandinum

Eph. 5:22-24 FKJ:
22 Ektakonur, undirgevið tykkum
sjálvar yvirfyri tykkara egnu
ektamonnum, sum Harranum.
23 Tí ektamaðurin er høvur ektakonunnar,
enntá eins og Christus
er høvur kirkjunnar: og hann er
frelsari likamsins.
24 Tessvegna eins og kirkjan er
undirgivin yvirfyri Christi, soleiðis
veri ektakonurnar fyri sínum egnu
ektamonnum í øllum lutum.

Col. 3:18-19 FKJ:
18 Ektakonur, undirgevið tykkum
sjálvar yvirfyri tykkara egnu
ektamonnum, sum tað er hóskiligt
í Harranum.
19 Ektamenn, elskið ektakonur
tykkara, og verið ikki beiskir ímóti
teimum.

I. Pætur 3:1 FKJ:
LÍKALEIÐIS, tit ektakonur,
verið í undirgivni fyri egnu
ektamonnum tykkara; at, um
nakrir lýði ikki orðinum, teir eisini
mega uttan orðið verða vunnir við
atferðini hjá ektakonunum;
2 Meðan teir skoða kýsku atferð
tykkara samkoplaða við ótta.

3) Guðs hirðar eru menn
Guðs orð lærir greitt, at ikki heldur í samkomuni (kirkju Jesu Christs) er javnstøða, tí menn, ikki kvinnur, skulu vera hirðar

I. Tim. 3:1-5 FKJ:
HENDA er ein sonn framsøgn:
Um ein maður trái biskupsembætið,
hann tráar eitt gott verk.
2 Ein biskupur tá má vera ólastandi,
ektamaðurin hjá eini ektakonu,
árvakin, edrúiligur, av góðum
atburði, givin til gestablídnis,
skikkaður at frálæra;
3 Ikki givin til víns, eingin sláari,
ikki grádugur eftir skitnum vinningi;
men tolinmóðigur, ikki eitt
klandursvætti, ikki ágirndarsamur;
4 Ein sum stjórnar væl sínum
egna húsi, havandi børn síni í
undirgivni við allari sómasemi;
5 (Tí um ein maður viti ei
hvussu at stjórna sínum egna
húsi, hvussu skal hann taka sær
av kirkju Guðs?)


4) Guðs elstar eru menn; (so út við kvinnuligum elstum, sum tit byrjaðu at loyva inn í elstaráðini ikki longri síðani enn einaferð mitt í 1990’unum)

Guðs orð lærir greitt, at ikki heldur í samkomuni er javnstøða, tí menn, ikki kvinnur, skulu vera elstar

Titus 1:5-6 FKJ:
5 Fyri hesa grund læt eg teg
eftir á Cretoy, at tú skuldirt seta
í rættlag teir lutir sum vanta í, og
innseta elstar í hvørjum staði, eins
og eg hevði fyriskipað tær:
6 Um nakar veri ólastandi, ektamaðurin
hjá einari ektakonu, havandi
trúføst børn ikki ákærd fyri
óryggjuskap ella óstýrlig.

5) Guðs deknar eru menn (deknastarv er eitt hjálparstarv í kirkjuni); (so burtur við kvinnuligum deknum)
Guðs orð lærir greitt, at ikki heldur í samkomuni er javnstøða, tí menn, ikki kvinnur, skulu vera deknar

I. Tim 3:8-12 FKJ
8 Líkaleiðis mugu deknarnir
vera virðiligir, ikki tvítungutir,
ikki givnir
til nógvs víns, ikki grádigir
eftir skitnum vinningi;
9 Haldandi loyndardóm trúarinnar
í eini reinari samvitsku.
10 Og lat hesar eisini fyrst verða
royndar; síðan lat teir brúka
dekna-embætið, verðandi funnir
ólastandi.
11 Enntá soleiðis mugu konur
teirra vera virðiligar, ikki baktalarar,
edrúiligar, trúfastar í øllum
lutum.
12 Lat deknarnar vera ektamenninir
hjá einari ektakonu,
stjórnandi børnum sínum og
egnu húsum sínum væl.

6) Guðs frálærarar eru menn; (tí nokti eg at verða lærdur Guðs orð av nakrari kvinnu nakrantíð yvirhøvur)
Guðs orð lærir greitt, at ikki heldur í samkomuni er javnstøða, tí menn, ikki kvinnur, skulu vera frálærarar

II. Tim. 2:1-2 FKJ:
TÚ tessvegna, sonur mín, ver
sterkur í náðini sum er í
Christi Jesusi.
2 Og teir lutir sum tú hevurt
hoyrt av mær millum mangra
vitna, hinar somu líti tú trúføstum
monnum til, hvørjir vera
skulu førir fyri at læra aðrar eisini.

I. Cor. 14:34-38 FKJ:
34 Latið kvinnur tykkara halda
tøgn í kirkjunum: tí tað er ikki
loyvt teimum at tala; men teimum
er boðið at vera undir lýdni,
sum eisini lógin sigur.
35 Og um tær vilji læra nakran
lut, lat tær spyrja sínar ektamenn
heima: tí tað er ein skomm hjá
kvinnum at tala í kirkjuni.
36 Hvat? kom orð Guðs út frá
tykkum? ella kom tað til tykkara
einans?
37 Um nakar maður haldi seg sjálvan
at vera ein prophet, ella
andaligan, lat hann viðurkenna at
teir lutir sum eg skrivi til tykkara
eru boðini hjá Harranum.
38 Men um nakar maður veri
óvitandi, lat hann vera óvitandi.

7) Guðs forsyrgjari er maðurin, og Guðs passari við hús er konan; (so heimaftur við konunum at passa heimið, elska sín mann og síni børn)
Guðs orð lærir greitt, at ikki heldur í hjúnarbandinum er javnstøða, tí maðurin, ikki konan, er forsyrgjarin, og passarin við hús er altso konan

I. Tim 5:8 FKJ:
Men um nakar skaffi ikki
fyri sínum egnu, og serstakliga
fyri teimum av sínum egna húsi,
hann hevur avnoktað trúnna, og
er verri enn ein vantrúgvandi.

Titus 2:3-5 FKJ:
3 Hinar aldraðu kvinnur líkaleiðis,
at tær veri í atferð sum sømir
heilagleika, ikki falskir ákærarar,
ikki givnar til nógvs víns, frálærarar
av góðum lutum;
4 At tær mega læra hinar ungu
kvinnur at vera edrúiligar, at
elska ektamenn sínar, at elska
børn síni,
5 At vera hóvligar, kýskar, passarar
við hús, góðar, lýdnar fyri
sínum egnu ektamonnum, at orð
Guðs verði ikki Guðsspottað.

Orðt. 31:15 FKJ
Hon rísur eisini meðan tað
er enn nátt, og gevur mat til sítt
húsfólk, og ein skamt til sínar
moyggjar.

Orðt. 31:27 FKJ
Hon hyggur væl til vegirnar
hjá sínum húsfólki, og etur ikki
yrkisloysisins breyð.

8) Guðs landsstjórnarar og býarstjórnarar eru menn; (so til hús við øllum kvinnuligum lands- og býarpolitikkarum)
Guðs orð lærir greitt, at menn, ikki kvinnur, eiga at stýra og leiða eitt land, og at tá ið kvinnur gera tað, tá er tað eitt sjúkdómstekin, og eitt tekin um, at landið er vorðið spilt og stendur dóminum nær.

Orðtøkini 31:23 FKJ
Hennara ektamaður er kend-
ur í portrunum, tá ið hann situr
hinna elstu landsins millum.

Esaiah 3:12 FKJ:
Hvat fólki mínum viðvíkur, børn eru teirra kúgarar, og kvinnur stjórna yvir teimum. O, fólk mítt, teir, sum leiða teg, elva tær at fara skeivum, og oyða vegin av tínum gøtum.

Hetta er altso ikki bara mín meining, útlegging, ella tulking av sakini, men Guðs orðs egna klára læra og tala um hesi ting, bæði í Gamla Testamenti, men so sanniliga eisini í Nýggja Testamenti, sum tú nú hevur sæð. Tann, sum avnoktar hetta, er blindur, býttur, senilur, ella barasta mótræsin ímóti Guðs orði, tí hann, ella hon, dámar tað ikki, og vil heldur ríða á tíðaranda-alduni, bæði heima í familjulívinum og í meinigheitini. Ikki tykkum at siga, men eg kalli tykkum øll somul nakrar køstaskitnar, verðsligar, Guðs orð vanvirðandi, vinir-við-heimin skeiklaðar kloddar.

Føroyar! Christnar og tímiligar: tykkara gerðir vitna ímóti tykkum. Tit yvirgóvu Guðs orðs meginreglur fyri 30-40 árum síðani, og familjan, samfelagið, og samkoman eru nú sjúk, standa og morla sundur; ja, og fara sundur.

Komið tit aftur til Guðs orðs klettagrund. Tað skal vera tykkara heilsubót til longdar.

Títt orð er ein lampa hjá
fótum mínum, og eitt ljós hjá
gøtu míni.
(Psálmur 119:105 FKJ)

Jamen, Sjúrður, hví ert tú bara ímóti okkum?
Tað eru TIT, sum bara eru ímóti Guðs orði!
Tí tit eru plantaði í heiminum, og kaga yvirí Guðs orð.
Verið nú heldur plantaði í Guðs orði, og øtist yvir heimin.
Kom nú, kom.

Viðmerking

So, gamla, hasir reyðu sokkarnir, sum hasin reyð-svarti Devilin lokkaði teg til at lata teg í, mugu heldur fara í klor. Guð hevur so ikki broytt meining um nakaðsumhelst.

– At ganga ímóti Guðs orði er ONGANTÍÐ loysnin; nei, tá byrja trupulleikarnir. Tá ið fólk byrjaði at fara frá omanfyrinevndu 8 tingunum í Guðs orði, TÁ byrjaðu skilsmissurnar, stjórnarloysið í meinigheitunum, og samfelagsliga sundurmoltanin annars.

Meðan teir lova teim frælsi,
eru teir sjálvir tænararnir hjá
spilling:
(II. Pætur 2:19 FKJ)

Onnur tíðindi