24 Ikki fyri tað at vit hava harradømi
yvir tykkara trúgv, men eru
hjálparar at tykkara gleði: tí at viðˆ
trúgv standa tit.
( II. Cor. 1:24 FKJ )
15 ¶ Tá kom eg til teirra av fangaskapinum við Tel-abib, sum dvaldust við Chebars ánna, og eg sat har teir sótu, og varð verandi har ógvaður teirra millum sjey dagar.
16 Og tað bar á við endan á sjey døgum, at orð HARRANS kom at mær, sigandi,
17 Menniskjusonur, eg havi gjørt teg ein varðmann yvirfyri húsi Ísraels: tessvegna hoyr orðið av munni mínum, og gev teimum ávaring frá mær.
18 Tá ið eg sigi við hin vonda, Tú skalt vissuliga doyggja; og tú gevurt honum ikki ávaring, ella talart til tess at ávara hin vonda frá hansara vonda vegi, at frelsa hansara lív; skal hin sami vondi maður doyggja í síni misgerð; men hansara blóð vil eg krevja av tíni hond<
/span>.
19 Tó um tú ávari hin vonda, og hann vendi ikki frá síni vondsku, ella frá sínum vonda vegi, skal hann doyggja í síni misgerð; men tú hevurt útfríað tína sál.
20 Uppaftur, Tá ið ein rættvísur maður vendir frá síni rættvísi, og fremur misgerð, og eg leggi ein snávingarstein frammanfyri honum, hann skal doyggja: av tí at tú hevurt ikki givið honum ávaring, hann skal doyggja í síni synd, og hansara rættvísi, sum hann hevur gjørt, skal ikki verða mint; men hansara blóð vil eg krevja av tíni hond.
21 Hóast hetta, um tú ávari hin rættvísa mann, at hin rættvísi syndi ikki, og hann syndar ikki, hann skal vissuliga liva, av tí at hann er ávaraður; eisini tú hevurt útfríað tína sál.
( Ezekiel 3:15-21 FKJ )