Jamen vit hava so sanniligani eisini brúk fyri samfelagi Heilaga Andans; og einglunum, sum Guð sendir fram at tæna fyri okkum!


1

2

3

Samfelag Heilaga Andans hevur við triðja persónin í tríeindini at gera, men hann fokuserar altíð inn á Jesus Christ, ikki seg sjálvan:

Náði Harrans Jesu Christs,
og kærleiki Guðs, og samfelag
Heilaga Andans
, veri við tykkum
øllum. A´-men.
( II. Cor. 13:14  FKJ )

Kærleiki Heilaga Andans:

Nú, eg bøni tykkum, brøður,
fyri Harrans Jesu Christs søk, og
fyri kærleika Andans, at tit stríði
saman við mær í bønum tykkara
til Guðs fyri mær;
( Rom 15:30  FKJ )

Samfelag Andans:

UM tað veri tessvegna nøkur
troyst í Christi, um nøkur
kærleiks uggan, um nakað samfelag
Andans
, um nakrar vælvildargoymslur
og miskunnir,
( Phil. 2:1  FKJ )

Partnaraskapur við Heilaga Andan:

tað tóktist gott fyri Heilaga
Andanum, og fyri okkum
, at
leggja uppá tykkum onga størri
byrðu enn hesar neyðugu lutir;
( Gern. Ap. 15:28  FKJ )

Heilagi Andin talar:

Sum teir tænaðu til Harrans,
og fastaðu, segði Heilagi Andin,
Atskiljið mær Barnabas og Saulus
fyri tað verk at hvørjum eg havi
kallað teir.
( Gern. Ap. 13:2  FKJ )

Heilagi Andin vitnar og talar:

Uttan at Heilagi Andin
vitnar í hvørjum staði, sigandi
at
bond og líðingar bíða mær.
( Gern. Ap. 20:23  FKJ )

Heilagi Andin talar:

Og tá ið hann var komin til
okkara, tók hann gyrðil Paulusar,
og bant sínar egnu hendur og
føtur, og segði, Svá sigur Heilagi
Andin
, Soleiðis skulu Jødarnir
í Jerusalem binda tann mann
sum eigur henda gyrðil, og skulu
geva hann yvir inn í hendurnar á
Heidningunum.
( Gern. Ap. 21:11  FKJ )

Heilagi Andin lærir:

Hvørjar lutir vit eisini tala,
ikki í orðunum sum vísdómur
mans lærir, men sum Heilagi
Andin lærir
; berandi saman
andaligar lutir við andaligar.
( I. Cor. 2:13  FKJ )

At vera nær Harranum, at vera eitt við hann í andanum; ja, enntá at vera ein andi:

Men hann sum er sambundin
Harranum
er ein andi.
( I. Cor. 6:17  FKJ )

Jesus lærdi – og lærir tí eisini teg BEINT NÚ, – at børnini hava einglar, sum hann kallar TEIRRA EINGLAR:

Ansið eftir at tit ikki vanvirði
eitt av hesum smáu; tí eg sigi
tykkum, At í himni skoða einglar
teirra
altíð andlit Faðirs míns sum
er í himni.
( Gern. Ap. 15:28  FKJ )

Tey fyrstu Christnu trúðu, at hvør og ein hevði sín eingil:

Og tey søgdu við hana, Tú
ert óð. Men hon støðugliga váttaði
at tað var enntá soleiðis. Tá
søgdu tey, Tað er eingil hansara.
( Gern. Ap. 12:15  FKJ )

Einglar eru andar, sum tæna fyri okkum Christnu, jamen tað lærir Guðs orð so svart uppá hvítt:

Men til hvørs av einglunum
segði hann á nøkrum sinni, Sit við
høgru hond mína, inntil eg geri
fíggindar tínar fótskammul tín?
14 Eru teir ikki allir tænandi
andar
, sendir fram at tæna fyri
teir sum skulu verða arvingar til
frelsu?
( Hebr. 1:13-14  FKJ )

Onnur tíðindi