Samfelag Heilaga Andans hevur við triðja persónin í tríeindini at gera, men hann fokuserar altíð inn á Jesus Christ, ikki seg sjálvan:
Náði Harrans Jesu Christs,
og kærleiki Guðs, og samfelag
Heilaga Andans, veri við tykkum
øllum. A´-men.
( II. Cor. 13:14 FKJ )
Kærleiki Heilaga Andans:
Nú, eg bøni tykkum, brøður,
fyri Harrans Jesu Christs søk, og
fyri kærleika Andans, at tit stríði
saman við mær í bønum tykkara
til Guðs fyri mær;
( Rom 15:30 FKJ )
Samfelag Andans:
UM tað veri tessvegna nøkur
troyst í Christi, um nøkur
kærleiks uggan, um nakað samfelag
Andans, um nakrar vælvildargoymslur
og miskunnir,
( Phil. 2:1 FKJ )
Partnaraskapur við Heilaga Andan:
Tí tað tóktist gott fyri Heilaga
Andanum, og fyri okkum, at
leggja uppá tykkum onga størri
byrðu enn hesar neyðugu lutir;
( Gern. Ap. 15:28 FKJ )
Heilagi Andin talar:
Sum teir tænaðu til Harrans,
og fastaðu, segði Heilagi Andin,
Atskiljið mær Barnabas og Saulus
fyri tað verk at hvørjum eg havi
kallað teir.
( Gern. Ap. 13:2 FKJ )
Heilagi Andin vitnar og talar:
Uttan at Heilagi Andin
vitnar í hvørjum staði, sigandi at
bond og líðingar bíða mær.
( Gern. Ap. 20:23 FKJ )
Heilagi Andin talar:
Og tá ið hann var komin til
okkara, tók hann gyrðil Paulusar,
og bant sínar egnu hendur og
føtur, og segði, Svá sigur Heilagi
Andin, Soleiðis skulu Jødarnir
í Jerusalem binda tann mann
sum eigur henda gyrðil, og skulu
geva hann yvir inn í hendurnar á
Heidningunum.
( Gern. Ap. 21:11 FKJ )
Heilagi Andin lærir:
Hvørjar lutir vit eisini tala,
ikki í orðunum sum vísdómur
mans lærir, men sum Heilagi
Andin lærir; berandi saman
andaligar lutir við andaligar.
( I. Cor. 2:13 FKJ )
At vera nær Harranum, at vera eitt við hann í andanum; ja, enntá at vera ein andi:
Men hann sum er sambundin
Harranum er ein andi.
( I. Cor. 6:17 FKJ )
Jesus lærdi – og lærir tí eisini teg BEINT NÚ, – at børnini hava einglar, sum hann kallar TEIRRA EINGLAR:
Ansið eftir at tit ikki vanvirði
eitt av hesum smáu; tí eg sigi
tykkum, At í himni skoða einglar
teirra altíð andlit Faðirs míns sum
er í himni.
( Gern. Ap. 15:28 FKJ )
Tey fyrstu Christnu trúðu, at hvør og ein hevði sín eingil:
Og tey søgdu við hana, Tú
ert óð. Men hon støðugliga váttaði
at tað var enntá soleiðis. Tá
søgdu tey, Tað er eingil hansara.
( Gern. Ap. 12:15 FKJ )
Einglar eru andar, sum tæna fyri okkum Christnu, jamen tað lærir Guðs orð so svart uppá hvítt:
Men til hvørs av einglunum
segði hann á nøkrum sinni, Sit við
høgru hond mína, inntil eg geri
fíggindar tínar fótskammul tín?
14 Eru teir ikki allir tænandi
andar, sendir fram at tæna fyri
teir sum skulu verða arvingar til
frelsu?
( Hebr. 1:13-14 FKJ )