Irenæus (130-202 A.D.) skrivaði, at Marcion var ein av teimum, sum STYTTU UM SKRIFTIRNAR


Úr skrift Irenæusar: Ímóti falslærum: (týtt úr enskum.)

Hvørsvegna eisini Marcion og eftirfylgjarar hans hava givið seg yvir til at lamløsta skriftirnar, ikki viðurkennandi summar bøkur yvirhøvur; og, skerjandi um Gleðiboðskapin sambært Lukasi og epistlar Paulusar, hevda teir, at hesi aleina eru ekta, sum teir sjálvir hava stytt.

(Sí keldu >)


So her hevur tú prógv um, at longu í aðru øld funnust menn, sum styttu skriftirnar, tvs., at teir útilótu brot, sum teimum ikki dámdi.

Men allareiða tá ið Paulus skrivaði II. Corinthbrævið, segði hann: Tí at vit eru ikki sum mangir sum spilla Guðs orð. (II. Cor. 2:17 FKJ). So at mangir spiltu Guðs orð, longu í fyrstu øld e.Chr., t.e. broyttu tað, umorðaðu tað, útilótu ymist. Hesir vóru serliga gnostikararnir í Alexandria, men eisini tær mongu falslærandi sektirnar, sum funnust í Rom.

Situr tú við bíbliu Dahls ella Victors, so situr tú við lamløstaða, stytta teksti Marcions.

Ragga tær yvir til Guðs íblástu, varðveittu Bíbliu: Authoriseraðu King James, Ensku og Føroysku. Álvaratos!

N.B. Marcion var gnostikari, sum helt til fyri tað mesta í Rom.
A.D. merkir ANNO DOMINI, tað er, Í tí Harrans ári.

Onnur tíðindi