( King James prát, hin 28. November 2011 )
JAH (GUÐS navn)
Syngið at Guði, syngið lovprísingar til hansara navn: hálovið hann sum ríður uppiá himnunum við sínum navni JAH, og fegnist frammi fyri honum.
( Psálmur 68:4  FKJ )
JE-HO´-VAH (GUÐS navn)
At menn mega vita, at tú, hvørs navn eina er JEHOVAH, ert hin mest høgi yvir allari jørðini.
( Psálmur 83:18  FKJ )
Hale-lu-jah  (lovið tit JAH.  Hebraiskt)
Alleluia (Grikskt)
Jeremiah var heilt klárt propheturin hjá JAH
Jeremia?  Kenni ikki!
Esaiah var heilt klárt propheturin hjá JAH
Jesaja?  Nei, tíverri!
Jehosjua = Josjua = Jesjua (Je-ho´-vah frelsir)
Hesi eru nøvnini hjá monnunum sum Móses sendi at njósna út landið.  Og Móses kallaði Ósjea Nuns son Jehosjua.
( Nummur 13:16 )
Elijah (Hebraiskt) = E-li´-as (Grikskt)
Eli + JAH.  (ELI = Eitt navn GUÐS;  JAH = Eitt navn GUÐS)
Heilt klárt prophetur Ísraels Guðs!
Elia?  Nei, tíverri!
Elisja (Hebraiskt) = E-li-se´-us (Grikskt) = Guðs kraftigi prophetur!
Elisa?  Nei, kenni hana ikki!
Dániel var heilt klárt Jødi, tí Guð sæst í navni hansara.  (El er eitt navn hjá Guði.) Smb. Elohim, El-Sjaddai)
Dánjal?  Kenni ikki hann í Bíbliuni!
Jákob var heilt klárt Jødi; (Jacoob).  Eyðkendi endin á navninum “coob” ljóðar eyðkent jødiskt.
Jákup?  Kenni ikki hann í bíbilskum høpi!
Ísaakur var heilt klárt ikki Føroyingur, og tí sjálvandi Jødi, tí at soleiðis vildu vit ikki skrivað tað navnið.
Ísakur? Kenni hann ikki!
Ein sje´-kul, tveir sje´-klar (“sje” ljóðar sera Jødiskt!)
Sikkul?  Hvat er tað?  Okkurt indiskt?
N.B. Legg til merkis, at tey flestu nøvnini eru sveisað saman, (klónað): ikki heil-Føroyk, ikki heil-Hebraisk, eiheldur heil-Ensk. Tí gerast tey ser-Bíbilskt nøvn, óheft av Føroyska talumálinum.
Sje´-kul :  “Sje” er Hebraiskt; “kul” er Føroyskt.
Ísaakur :  “Í” er Føroykt, “saak” er Hebraiskt, “ur” er Føroyskt.
Jákob :  “Já” er Føroyskt, “kob” er Hebraiskt.
Dániel :  “Dáni” er Føroyskt; “el” er Hebraiskt
(Orsakið skavaríið. Eg koyrdi dictaphonina í skjúrtulumman …)
 
				