KAPITUL 1
.
Paulus, ein ápostul Jesu Christs eftir vilja Guðs, samsvarandi fyrijáttanini um lív sum er í Christi Jesusi,
2 Til Timotheusar, mín kært elskaða son: Náði, miskunn, og friður, frá Guði Faðir og Christi Jesusi Harra várum.
3 Eg takki Guði, hvørjum eg tæni frá mínum forfedrum við skírari samvitsku, at uttan íhald havi eg endurminning um teg í mínum bønum nátt og dag;
4 Stórliga tráandi at sjá teg, og eri minnugur um tíni tár, fyri at eg má verða fyltur við gleði;
5 Tá ið eg kalli til endurminningar hina ófalsaðu trúgv sum í tær er, sum fyrst búði í ommu tíni Lóis, og móður tíni Evnicu; og eg eri sannførdur um at eisini í tær.
6 Hvørsvegna eg áminni teg, at tú veki upp ta gávu Guðs, sum er í tær við álegging handa mína.
7 Tí at Guð hevur ikki givið okkum anda ótta; men kraftar, og kærleiks, og av sunnum sinni.
8 Skammast tú tí ikki við vitnisburðin um váran Harra, ella við meg, hansara fanga: men vert tú luttakari í líðingum gleðiboðskaparins samsvarandi Guðs kraft;
9 Sum hevur frelst okkum, og kallað okkum við heilagari kallan, ikki eftir verkum okkara, men eftir síni egnu fyriætlan og náði, sum varð givin okkum í Christi Jesusi áðrenn heimurin byrjaði,
10 Men er nú gjørd eyðsýnd við birting Frelsara várs Jesu Christs, sum hevur tileinkiðsgjørt deyða, og hevur ført lív og ódeyðiligleika í ljós ígjøgnum gleðiboðskapin:
11 Hvarat eg eri útnevndur til prædikumann, og ein ápostul, og ein lærara av Heidningunum.
12 Fyri hvørja søk eg eisini líði hesi ting: men eg skammist ikki: tí at eg veit hvørjum eg havi trúð, og eri sannførdur um at hann er førur fyri at varðveita tað, sum eg havi litið upp til hansara, ímóti hinum degi.
13 Halt fast tað sniðið á heilnomum orðum, sum tú hevurt hoyrt av mær, í trúgv og kærleika sum er í Christi Jesusi.
14 Tað góða ting, sum tær varð litið til, varðveit tað við Halga Andanum sum í okkum býr.
15 Hetta veitst tú, at allir teir, sum eru í Ásiu, veri vendir burtur frá mær; av teimum eru Phygellus og Hermogenes.
16 Harrin gevi húsi Onesiphorusar náði; tí at ofta endurlívgaði hann meg, og skammaðist ikki við mína leinkju:
17 Men, tá ið hann var í Róm, leitaði hann meg upp sera ídnisliga, og fann meg.
18 Harrin veiti honum, at hann má finna miskunn av Harranum á hinum degi: og í hvussu mongum tingum hann tænti fyri mær í Ephesus, tað veitst tú sera væl.
KAPITUL 2
.
Tú tessvegna, sonur mín, ver sterkur í náðini sum er í Christi Jesusi.
2 Og tey ting ið tú hevurt hoyrt av mær millum mong vitnir, tey somu líti tú trúføstum monnum til, sum skulu vera førir fyri at læra onnur eisini.
3 Halt tú tí út tvørleika, sum ein góður hermaður Jesu Christs.
4 Eingin, ið kríggjast, fløkir seg upp í viðurskiftini av hesum lívi; fyri at hann má toknast honum sum hevur útvalt hann at vera hermaður.
5 Og um onkur eisini strembar eftir meistaraheitum, so verður hann ikki krýndur, uttan hann strembi lógliga.
6 Bóndin, sum arbeiðir, eigur fyrstur at verða luttakari í fruktunum.
7 Gev gætur eftir hvat eg sigi; og Harrin gevi tær skyn á øllum tingum.
8 Minst til at Jesus Christus, av sáði Dávids, varð reistur frá teimum deyðu, samsvarandi mínum gleðiboðskapi:
9 Í hvørjum eg líði kvalir, sum ein illgerðarmaður, heilt at bondum; men Guðs orð er ikki bundið.
10 Tí haldi eg út øll ting fyri hinna útvøldu sakir, at tey mega eisini lutast frelsuna, sum er í Christi Jesusi, við ævigari dýrd.
11 Tað er ein trúføst útsøgn: Tí um vit veri deyðir við honum, skulu vit eisini liva við honum:
12 Um vit líða, skulu vit eisini ráða við honum: um vit avnokta hann, vil hann eisini avnokta okkum:
13 Um vit ikki trúgva, verður hann tó verandi trúgvur: hann kann ikki avnokta seg sjálvan.
14 Áminn teir um hesar lutir, við tað at tú áleggurt teimum frammi fyri Harranum at teir ikki skulu stríða um orð til onga nyttu, men til niðurbróting av teimum ið hoyra tað.
15 Studera at sýna teg Guði viðurkendan, ein arbeiðsmann sum ikki tarvast at skammast, sum rætt deilir sannleiksorðið.
16 Men skýggja vanheilagt og fáfongt skvaldur: tí at teir vilja vaksa til meira ógudiligleika.
17 Og teirra orð vil eta um seg eins og kreft ger: av teimum er Hýmenæus og Philetus;
18 Sum, viðvíkjandi sannleikanum, eru farnir skeivir, við tað at teir siga at uppreisnin er longu liðin; og hvølva trúnna hjá summum.
19 Men grundvøllur Guðs stendur tryggur, og hevur hetta innsiglið, Harrin kennir teir sum eru hansara. Og, Lat hvønn tann, sum nevnir navn Christs, víkja frá misgerð.
20 Men í stórum húsi eru ikki bara ker av gulli og silvuri, men eisini av træi og av leiri; og summi til heiðurs, og summi til vanheiðurs.
21 Um onkur tí reinskar seg frá hesum, tá skal hann verða eitt ker til heiðurs, halgað, og hóskiligt til nýtslu meistarans, og fyrireikað til hvørt gott verk.
22 Flýggja eisini ungdómsligar lystir: men fylg rættvísi, trúgv, vælvild, friði; við teimum ið kalla á Harran úr skírum hjarta.
23 Men fávitskutar og ólærdar spurningar skýggja, við tað at tú veitst at teir ala fram stríð.
24 Og Harrans tænari má ikki stríða; men vera blíður við øll, skikkaður at frálæra, tolin,
25 Í eyðmjúkleika undirvísa teimum ið seta seg ímóti; um Guð møguligvís vil geva teimum umvending til viðurkenning av sannleikanum;
26 Og at teir mega koma sær aftur fyri seg úr snerru djevulsins, sum eru tiknir til fanga av honum eftir hansara vilja.
KAPITUL 3
.
Hetta vitið eisini, at í síðstu døgum skulu koma váðasamar tíðir.
2 Tí menn skulu vera elskarar síns egna sjálvs, ágirndarsamir, reyparar, hugmóðigir, gudsspottarar, ólýdnir móti foreldrum, ótakksamir, vanheilagir,
3 Uttan náttúrligan alsk, avtalubrótarar, falskir ákærarar, ósærstýrligir, harðligir, vanvirðarar av teimum ið eru góðir,
4 Svíkjarar, framlopnir, uppblásnir, elskarar av njótingum meir enn elskarar av Guði;
5 Havandi eitt skap av gudiligleika, men avnokta kraftina av honum: frá slíkum vend burtur.
6 Tí av hesum slagi eru teir ið sníkjast inn í hús, og leiða til fanga fjákutar kvinnur sum eru løddar við syndum, leiddar burtur við ymsum lystum,
7 Sum altíð læra, og eru aldri førir fyri at koma til kunnleika um sannleikan.
8 Men eins og Jannes og Jambres stóðu ímóti Mósesi, soleiðis standa eisini hesir ímóti sannleikanum: menn av spiltum hugum, afturrekingar viðvíkjandi trúnni.
9 Men teir skulu ikki fara longur fram: tí teirra dárskapur skal verða øllum eyðsýndur, eins og teirra eisini varð.
10 Men tú hevurt til fulnar kent mína doktrinu, lívsførslu, endamál, trúgv, langmóð, vælvild, tolmóð,
11 Atsóknir, líðingar, sum komu til mín í Antiókiu, í Icónium, í Lýstru; tær atsóknir sum eg útstóð: men úr teimum øllum Harrin útfríaði meg.
12 Ja, og allir, sum vilja liva gudiliga í Christi Jesusi, skulu líða atsókn.
13 Men óndir menn og tølarar skulu vaksa verri og verri, villandi, og verða villleiddir.
14 Men halt tú fram í teim tingum ið tú hevurt lært, og ert vorðin sannførdur um, vitandi av hvørjum tú hevurt lært tey;
15 Og at tú frá barni av hevurt kent hinar heilagu skriftir, sum eru førar fyri at gera teg vísan til frelsu, ígjøgnum trúgv sum er á Christ Jesus.
16 Øll skrift er givin við íblástri av Guði, og er nyttulig til doktrinu, til írættaseting, til rættleiðing, til undirvísing í rættvísi:
17 Fyri at Guðs maðurin má vera fullkomin, fult útgjørdur at øllum góðum verkum.
KAPITUL 4
.
Eg áleggi tær tí frammi fyri Guði, og Harranum Jesusi Christi, sum skal døma hinar livandi og hinar deyðu við sína birting og kongadømi sítt;
2 Prædika orðið; ver tilbúgvin í tíð, og í ótíð; írættaset, harta, formana við allari langmóð og doktrinu.
3 Tí tann tíð vil koma, tá ið teir ikki vilja úthalda heilnæma doktrinu; men eftir sínum egnu lystum skulu teir hópa at sær lærarar, havandi skriðandi oyru;
4 Og teir skulu venda burt síni oyru frá sannleikanum, og skulu verða vendir at fáblum.
5 Men vak tú í øllum lutum, halt út líðingar, ger evangelists verk, ger fult prógv um tína tænastu.
6 Tí at eg eri nú tilreiðar at verða ofraður, og tíðin av míni fráferð er við hond.
7 Eg havi barst ein góðan bardaga, eg havi fullført skeið mítt, eg havi varðveitt trúnna:
8 Hiðanífrá liggur goymd til mín ein rættvísiskrúna, sum Harrin, hin rættvísi dómarin, skal geva mær á hinum degi: og ikki bara mær, men eisini øllum teimum sum elska hansara birting.
9 Ger títt ídni at koma brátt til mín:
10 Tí Demas hevur yvirgivið meg, havandi elskað henda núverandi heim, og er farin avstað til Thessalónicu; Crescens til Galatiu, Titus at Dalmátiu.
11 Bara Lukas er hjá mær. Tak Markus, og før hann við tær: tí hann er gagnligur hjá mær til tænastuna.
12 Og Tykíkus havi eg sent til Ephesus.
13 Kápuna, sum eg eftirlæt í Tróas hjá Carpusi, hav hana við tær tá ið tú kemurt, og bøkurnar, men serliga skinnbøkurnar.
14 Alexander koparsmiður gjørdi mær nógv ilt: Harrin endurgjaldi honum eftir hansara verkum:
15 Fyri hvørjum vert tú eisini varin; tí hann hevur stórligani staðið ímóti orðum okkara.
16 Við mítt fyrsta rættarsvar stóð eingin hjá mær, men allir yvirgóvu meg: eg biði Guð, at tað má ikki verða lagt teimum til skuld.
17 Men Harrin stóð hjá mær, og styrkti meg; til tess at við mær skuldi prædikanin verða til fulnar kend, og at allir Heidningarnir skuldu hoyra: og eg varð fríaður út úr leyvunnar munni.
18 Og Harrin skal fría meg út frá hvørjum illum verki, og vil varðveita meg til sítt himinska kongadømi: honum veri dýrd um aldur og ævir. Amen.
19 Heilsa Prisku og Aquilasi, og húshaldi Onesiphorusar.
20 Erastus varð verandi í Corinth: men Tróphimus havi eg eftirlatið í Miletum sjúkan.
21 Ger títt ítasta at koma fyri vetur. Evbulus letur heilsa tær, og Pudens, og Linus, og Claudia, og allir brøðurnir.
22 Harrin Jesus Christus veri við tínum anda. Náði veri við tykkum. Amen.
¶ Seinni epistilin til Timotheusar, innsettur sum fyrsti biskupurin í kirkju Ephesaranna, varð skrivaður frá Róm, tá ið Paulus varð førdur framfyri Nero fyri aðru ferð.