Ichabod

Guðs dýrd hevur yvirgivið staðið; men tó ikki yvirgivið tey frelstu, sum mong í dag hava onga kirkju. Fíggindin kom, og leigusveinarnir flýggjaðu


OG Nádab og Abihu, synir Aarons, tóku hvør av teimum sína roykilsis-pannu, og koyrdu eld harí, og koyrdu roykilsi hará, og ofraðu fremmandan eld frammi fyri HARRANUM, sum hann bjóðaði teimum ikki.
2 Og tað fór út eldur frá HARRANUM, og upptærdi teir, og teir doyðu frammi fyri HARRANUM.
3 Tá segði Móses við Aaron, Hetta er tað sum HARRIN talaði, sigandi, Eg vil verða halgaður í teimum sum koma nær mær, og frammi fyri øllum fólkinum vil eg verða dýrðmettur.  Og Aaron helt friði sínum.

( Leviticus 10:1—3  FKJ )


Og hon nevndi barnið Ichabod, sigandi, Dýrdin er vikin frá Ísrael: av tí at ørk Guðs var tikin, og uppá grund av verfaðir hennara og manni hennara.
( I. Sámuel 4:21  FKJ )


14 Verið tit ikki ójavnligani okaðir saman við vantrúgvandi: tí at hvønn felagskap hevur rættvísi við órættvísi?  og hvat samfelag hevur ljós við myrkur?
15 Og hvønn samklang hevur Christus við Belial?  ella hvønn part hevur hann, sum trýr, við einum vantrúgvandi?
16 Og hvørja seming hevur Guðs tempul við skurðgudar?  tí at tit eru tempul hins livandi Guðs; eins og Guð hevur sagt, Eg vil búgva í teimum, og ganga í teimum; og eg vil vera Guð teirra, og tey skulu vera fólk mítt.
17 Hvørsvegna komið út frá ímillum teirra, og verið tit atskild, sigur Harrin, og nemið ikki við hin óreina lut; og eg vil taka ímóti tykkum,
18 Og eg vil vera tykkum Faðir, og tit skulu vera synir mínir og døtur, sigur Harrin Almáttugi
( II. Cor. 6:14-18 FKJ )


3 Harri, teir hava dripið tínar prophetar, og grivið niður tíni altar; og eg eri einsamallur eftir, og teir søkja mítt lív.
4 Men hvat sigur Guðs aftursvar við hann?  Eg havi goymt niðurfyri til mín sjálvs sjey túsund menn, sum hava ikki boygt knæinum fyri myndini av Baali
( Róm. 11:3-4 FKJ )


8 Hoyr, O fólk mítt, og eg vil vitna at tær: O Ísrael, um tú vilt geva gætur at mær;
9 Tað skal eingin fremmandur gudur vera í tær; eiheldur skalt tú tilbiðja nakran fremmandan gud.
10 Eg eri HARRIN Guð tín, sum førdi teg út úr Egyptalandi: opna munn tín vítt, og eg vil fylla hann.
11 Men fólk mítt vildi ei geva gætur eftir rødd míni; og Ísrael vildi einkið av mær vita.
12 So eg gav teir upp at girnd egnu hjartna teirra: og teir gingu í sínum egnu ráðum.
13 Á, at mítt fólk hevði givið gætur at mær, og Ísrael hevði gingið í mínum vegum!
14 Eg skuldi skjótt havt undirlagt teirra fíggindar, og vent mína hond ímóti teirra mótstandarum.
15 Hatararnir av HARRANUM skuldu havt undirgivið seg at honum: men teirra tíð skuldi havt vart um ævir.
16 Hann skuldi havt føtt teir eisini við tí fínasta av hveitinum: og við hunangi úr klettinum skuldi eg havt mettað teg.
( Psalm 81:8-16 FKJ )


Mótstandarin hevur breitt út sína hond omanyvir øll hennara dámligu ting: tí at hon hevur sæð, at hinir heidnu innfóru inn í hennara halgidóm; hvørjum tú ábeyðst, at teir skuldu ikki innfara inn í tína samkomu.
( Lamentations 1:10  FKJ ) 


Ein og hvør prestur, sum ikki kann taka undir við øllum 7 av hesum 7 grundleggjandi Guðs-lærunum í Guðs orði, er ikki ein evangeliskur prestur Guðs, men ein universalistiskur, sacramentariskur Baals prestur:

  1. Øll menniskju skulu fram fyri Guðs dómstól, tá ið tey doyggja
    Og eins og tað er fyriskipað monnum eina ferð at doyggja, men eftir hetta dómurin:
    (Hebrearabrævið 9:27)


  2. Tað eru bert tveir staðir, sálin kann fara: til himmals ella í helviti
    Og tað bar á, at biddarin doyði, og varð av einglunum borin inn í fang Ábrahams: hin ríki maðurin doyði eisini, og varð jarðaður;
    Og í helviti lyftir hann upp eygum sínum, verandi í pínslum, og sær Ábraham langt burturfrá, og Laz´-a-rus í fangi hansara.

    (Lukas 16:22—23)


  3. Jesus Christus er einasti vegur til himmals:
    Jesus sigur við hann, Eg eri vegurin, sannleikin, og lívið: eingin maður kemur at Faðirinum, uttan við mær.
    (Jóhannes 14:6)


  4. Øll hava syndað, eisini tú!
    Tí allir hava syndað, og eru komnir til korts av dýrd Guðs;
    (Rómverjabrævið 3:23)


  5. Guð elskar øll, eisini teg
    Tí so elskaði Guð heimin, at hann gav eingitna Son sín, at hvørsumhelst ið trýr á hann skuldi ikki glatast, men hava ævigt-varandi lív.

    (Jóhannes 3:16)


  6. Jesus hevur gjørt alt fyri, at tú kanst verða frelstur
    Tað er fullgjørt
    (Jóhannes 19:30)
    Tað er tessvegna nú eingin fordøming hjá teim sum eru í Christi Jesusi, hvørjir ganga ikki eftir kjøtinum, men eftir Andanum.

    (Róm. 8:1)


  7. Tú eigur bert hesa stundina, so tak ímóti Jesusi Christi sum tínum persónliga Frelsara nú
    Í dag um tit vilja hoyra rødd hansara, herðið ikki hjørtu tykkara,..
    (Hebrearabrævið 3:15)
    Sí, eg standi við dyrnar, og banki uppá: um nakar maður hoyri rødd mína, og opni dyrnar, eg vil koma inn til hansara, og vil eta náttverða saman við honum, og hann við mær.

    (Opinbering Jóhannesar 3:20)


    Um ein prestur ikki kann taka undir við nr. 1, 2, 3 og 4, so ER hann ein ófrelstur heidningur, og fullkomiliga ókompetentur at prædika evangeliið, tí so trýr hann hvørki uppá dómadag, himmal og helviti, ella uppá persónligt samfelag við Jesus Christ!!!

    – Og hetta er støðan við fleiri prestum, enn eg havi tol til at hyggja uppá.

    ( Nr. 5 og 6 kann hvør ein dansandi, tenn-vísandi, greb-spælandi, “positiv”, ófrelst humanissa taka undir við. )


    P. S. Og jú, eg havi rætt til at hava mínar meiningar og siga tær á míni egnu privatu heimasíðu, sum EINGIN noyðist at lurta eftir.
    So hvat gert tú her?