13 Men eg vildi ikki havt tykkum at verið óvitandi, brøður, viðvíkjandi teimum ið sova, [fyri] at tit ikki skulu syrgja, enntá sum aðrir sum onga vón hava.
14 Tí at um vit trúgva at Jesus doyði og reis upp aftur, so vil Guð eisini enntá føra teir, sum sova í Jesusi, við honum.
15 Tí hetta siga vit tykkum við Harrans orði, at vit sum eru á lívi, og verða verandi til komu Harrans, skulu ikki koma fyrri enn teir ið sova.
16 Tí at sjálvur Harrin skal stíga niður av himni við einum rópi, við høvuðseingilsins rødd, og við lúðri Guðs: og tey deyðu í Christi skulu fyrst rísa upp:
17 So skulu vit, sum eru á lívi og eru eftir, verða rykt upp saman við teimum í skýggjunum, at møta Harranum í luftini: og so skulu vit altíð vera hjá Harranum.
18 Hvørsvegna troystið hvør annan við hesum orðum.
