Esaiah 24
SÍ, HARRIN ger jørðina tóma, og ger hana oydna, og vendir henni upp og niður, og spjaðir umkring hennara íbúgvar.
2 Og tað skal verða, eins og við fólkinum, soleiðis við prestinum; eins og við tænaranum, soleiðis við meistara hansara; eins og við ternuni, soleiðis við matmóður hennara; eins og við keyparanum, soleiðis við seljaranum; eins og við útlánaranum, soleiðis við lænaranum; eins og við takaranum av fæleigu, soleiðis við gevaranum av fæleigu til hansara.
3 Landið skal verða fullkomiliga tømt, og fullkomiliga rænt: tí at HARRIN hevur talað hetta orðið.
4 Jørðin harmast ogfánar burt, verøldin ørmaktast ogfánar burt, hini hástóru fólk jarðarinnar ørmaktast.
5 Jørðin eisini er dálkað undir íbúgvum hennara; av tí at teir hava misbrotið lógirnar, broytt regluskipanina, brotið hin ævigtvarandi sáttmála.
6 Tí hevur banningin uppetið jørðina; og teir, sum búgva hará, eru einligir: tí verða jarðarinnar íbúgvar brendir, og fáir menn eftir.
7 Tað nýggja vínið harmast, víntræið ørmaktast, allir hinir kát-hjartaðu suffa.
8 Gleimurin av tamburinum heldur uppat; ljóðið av teimum, sum fegnast, endar; frøin av hørpuni heldur uppat.
9 Teir skulu ikki drekka vín við einum sangi; sterkur drykkur skal vera beiskur fyri teimum sum drekka hann.
10 Ørkymlanar-staðurin er brotin niður: hvørt hús er lokað fyri, at eingin maður fær komið inn.
11 Tað erein rópan eftir víni í gøtunum; øll frøi er myrkjað, landsins kæti er farið.
12 Í staðinum er eftirlatin avtofting, og portrið er sligið við oyðing.
13 ¶ Tá ið svá tað skal verða í miðjum landinum millum fólksins, skal tað verasum skakingin av einum olivintræi, ogsum fínhentingar-víndrúvurnar tá ið vínheystið er gjørt.
14 Teir skulu lyfta upp sína rødd, teir skulu syngja vegna hátign HARRANS, teir skulu rópa hart frá sjónum.
15 Hvørsvegna dýrðmetið tit HARRAN í eldunum, enntánavn HARRANS Guðs Ísraels í oyggjum havsins.
16 ¶ Frá hinum ytsta parti jarðarinnar hava vit hoyrt sangir, enntádýrd til hins rættvísa. Men eg segði, Mín soltni, mín soltni, vei mær! hinir sviksomu handlarar hava handlað sviksamliga; ja, hinir sviksomu handlarar hava handlað sera sviksamliga.
17 Ótti, og holan, og snerran, eruuppiá tær, O íbúgvi jarðarinnar.
18 Og tað skal bera á, athann, sum flýggjar frá ljóðinum av óttanum, skal falla inn í holuna; og hann, sum kemur upp burtur úr miðjuni av holuni, skal verða tikin í snerruni: tí at gluggarnir frá tíhøga eru opnir, og grundvøllir jarðarinnar rista.
19 Jørðin er fullkomiliga brotin niður, jørðin er púra loyst upp, jørðin er flutt framúrliga.
20 Jørðin skal vingla til og frá sum ein drykkjumaður, og skal verða burtflutt líka sumein smátta; og hennara misbrot skal vera tungt uppiá henni; og hon skal falla, og ikki rísa aftur.
21 Og tað skal bera á í tí degi, atHARRIN skal revsa herlið hinna høgu sum eruá hæddini,og kongar jarðarinnar uppiá jørðini.
22 Og teir skulu verða savnaðir saman, eins ogfangar verða savnaðir í holuna, og skulu verða lokaðir fyri í fongslinum, og eftir mangar dagar skulu teir verða vitjaðir.
23 Tá skal mánin fjamskast, og sólin skammast, tá ið HARRI herliðanna skal ríkja á Zion fjalli, og í Jerusalem, og frammi fyri sínum fyrndargomlu dýrdsamliga.