Í dag ofra kloddarnir sannleikan á tolseminnar altari. Illa veri tykkara devilsku tolsemi úr, og tykkum sjálvum tillíka: fast má eg tí klípa

Altso bíbilin, sum øll hendan snollaða syngjandi múgvan viðhvørt hevur við sær, má uttan iva vera tann rætta. Jamen come on, vit eru so nógv, og omma bleiv frelst eftir henni, og abbadidd. Veitst tú ikki av, at fleirtalið hevur altíð rætt; tað er ein óskrivað lóg.
 – Meinar tú sum tá ið Elijah stóð einsamallur ímóti 430 Baals prophetum? Hevði fleirtalið rætt tá? Ella tá ið Móses og Aaron stóðu einsamallir ímóti hirð Pharaos og bóru honum boð frá Guði? Hevði fleirtalið rætt tá? Ella hvussu við tá ið Luther stóð í Worms, einsamallur ímóti øllum devlunum í følsku kirkju pávans, hvussu var tað tá? Altso, hevur tú einkið lisið? Hevur tú einkið lært? Einkið skilt?
Eg skilji tykkara hyklarisku tankagongd: sjálvt um tú hevur sæð alt svart uppá hvítt, at tað finnast TVÆR bíbliur, onnur varðveitt, hin korrupt, og at tað var tann reina sum vit høvdu, eisini her í Føroyum, frá 1550 til 1937, (tá á donskum og íslendskum), so fer tað altso ikki at loysa seg hjá okkum at flyta okkum nú; jamen, tað setur hol á hesa positivu láturgass-ballónina, sum vit øll samlast saman um einaferð um vikuna, og geila okkum upp í ekstasu rundanum hetta vakra altar Baals. Altso, tú manst vera svakur at yvirhøvur hinta til, at nakað nú skuldi broytst. Altso, veitst tú ikki av, at vit eru tann síðsta, sjeynda kirkjan, tann lunkna, Laodicæanska kirkjan? Altso, lat okkum hugna okkum í frið, og far vekk við tær. Men, um tú vilt koma og seta teg í rekkjurnar og verða andliga geldur og avhøvdaður, og sita og tiga sum ein fitt, fólkalig, jalig humanissa, til tú ert vorðin sum ein av okkum, so ert tú vælkomin. Annars veitst tú, at tú ert egentliga óynsktur. – Ja, eg veit. Tí haldi eg meg vekk. Eg veit, at eg hoyri til eina aðra kirkju; ta Philadelphisku, sum varðveitti Guðs orð; hana, sum tit ikki vilja hoyra talan um. Tit um tað. Farið so til Rom við tykkum; tilsaman við Warren, Osteen, Ekulmann, Dopeland, Hinn, Graham, Arnott, Hybels og øllum hinum endatíðarinnar Christ-svíkjandi, anti-christ sleikjandi hjartaleysu geldingunum. Komi ikki niður við tykkum. Eg havi Christ og hans alhalga orð. Tað er mær nokk. Tað er meira vert enn nakað annað í heiminum, ja, enn allur heimurin tilsamans. Um tit so øll doyðu, so var Christus hjá mær: tað er víst. Tit kunnu bara hava tykkara anti-christ og eina stutta gleði, inntil tit fara at vakna við kaldan dreym, tá ið tit verða sett andlit til andlits við avgerandi spurningin: Er Jesus Christus EINASTI VEGUR til Guðs, – har nógv av tykkum fara at avnokta hann, tí at hjartað hava tit longu dripið, og frá teirri stund hava tit kós beint í helviti.
Ja; eg veit. Og so eri eg tann svaki? Gev mær eitt brak.
Opinbart alt fyri felagskap.
Eg skal heldur fornerma øll menniskju á jørð, enn fornerma Guð mín lut.
Ofri ikki sannleikan fyri NAKAÐ.
Og sannleikan havi eg ikki hugsað meg fram til, ella lurtað eftir panelfundum fyri at læra. Nei, hann ER sannleikin, og eg kann kenna hann, bara av tí at hann klárt stendur skrivaður í eini ávísari Bók: King James Bíbliuni. Restini kunnu tú og pávin skeina tykkum við, steindruknir av hordómsvíni skøkjukirkjunnar, heilt inntil Guð sorlar, morlar, og brennur tykkum. Tá flenna eg og Guð, so alt glar-havið dandar.
Siti ikki undir NØØØKRUM “pastori”, sum er okaður saman við katólskar prestar í økumeniskum “bíbliu” felagi. Tað hevði verið einkið minni enn at sleikt anti-christ um rassin. Hvat kundi verið størri Guðsspott? Nei, fyrr skuldi høvdið av mær rokið. Sonn christin ganga ikki í kirkju ella á møti: vit sonnu christnu ERU kirkjan, ígjøgnum tjúkt og tunt.
Forstatt. Altso, nú fái eg fnatt. Men skil meg rætt.
Varð eg kallaður til audiens,
so hevði hann fingið ein deyðan frens,
– KLASK omanyvir høvdið!

Tiara’ina hevði eg brotið,
sum ongan ting,
– tí einkið á jørð er meira rotið!

Altso, gev mær kraft:
Hevur tú ikki sæð alt svansið í fortíð Francis?

Vikarur Christs?
Nei, tað kann eingin vera.
Vikarur Satans er hann,
ið yvirhøvur vil siga, at hann er.

Ein leigusveinur Satans,
og hartil eitt helvitis barn,
er tann, ið vil lokka onnur hartil.


So nú ert tú ávaraður. Nú veitst tú. Kom so ikki og gev mær skyldina, tá ið títt navn ikki finst skrivað í lívsins bók hjá Lambinum: strúkað harúr, tí tú avnoktaði hann sum keypti teg. Alt á tolseminnar altari, sum alt er ein helvitis globalista-nissu-lygn, fyri at greiða veg fyri djórsins ríki, orkestrerað av Satan, pávanum og ES, altíð við smíli á vørr og sleiskari jaligheit.
Kjoppedi kjopp kjopp, knokkin av; tað er alt í lagi. Men mítt hjartað fáa tit ikki fylt við tykkara svarta. Tí má eg harta.
Far mær tí frá: ljódligani á tá.
Far og fá tær andalig nossir, far!.
Hark hark.
Ófatiliga ljót í munninum, at spotta Guðs skíra orð, og verja tað korrupta.
Tað má eg siga.
Langt úti.
Gev mær kraft!
Slíkan Baals prophet má eg spotta.
Hark.

Eg verði áfram christin heima, og pissi á tykkara snikuta gnostisku “bíbliur”, meðan eg verji Guðs Bók.
At fáa meg undir tykkum, um tað kunnu tit alleingi droyma, ella fullkomiliga gloyma.
Hart hark.
Djúpt snork.


Onnur tíðindi