29 Hvør hevur vei? hvør hevur sorg? hvør hevur trætnaðir? hvør hevur tvætlan? hvør hevur sárˇ uttan grund? hvør hevur reyðsemi av eygum?
30 Teir, sum dvølja leingi hjá víninum; teir, sum fara at søkja blandað vín.
31 Hygg ikki tú uppá vínið tá ið tað er reytt, tá ið tað gevur sín lit í steypinum, tá ið tað flytur seg á rættan hátt.
32 At endanum bítur tað sum ein høggormur, og stingur sum ein eiturormur.
33 Tíni eygu skulu eygleiða fremmandar kvinnur, og títt hjarta skal framsiga spilt ting.
34 Ja, tú skalt vera sum hann ið legst niður í miðjum havinum, ella sum hann ið liggur uppá toppinum av eini mastur.
35 Teir hava sligið meg, skalt tú siga, og eg varð ikki sjúkur; teir hava bart meg, og eg merkti tað ikki: nær skal eg vakna? Eg vil søkja tað enn eina ferð.
(Orðt. 23:29-35 FKJ)