Eg havi áður leinkjað til video eftir Gary Rovarino (Above God’s Name kanalin), men síðan hann er farin at læra, at apokryphurnar eru siteraðar úr og lærdar í Nýggja Testamenti, má eg taka avstøðu frá honum.
Hví King James týðararnir ikki góðtóku Apokryphurnar sum skrift
Ein væl dámd lygn hjá atfinnarunum er, at tann upprunaliga KJV frá 1611 innihelt Apokryphurnar, hvørjar eingin sannur Christin í dag góðtekur sum skrift. Apokryphurnar eru eitt savn av nøkrum heidnum ritum, sum Católska skøkjan góðtekur sum íblást skrift. Í veruleikanum lýsti Trent ráðið í 1546 eina BØLBIÐING omaná hvønn tann, ið avnoktaði, at hesar bøkur vóru íblástar. King James týðararnir mettu IKKI hesar bøkurnar at vera íblást skrift, eiheldur tóku teir tær við í kanónisku skriftirnar sum slíkar. Teir settu Apokryphisku bøkurnar einans ÍMILLUM Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti sum søgulig skjøl, ikki sum skrift. Teirra grundir fyri IKKI at góðtaka Apokryphurnar sum skrift eru skrásettar á síðu 185-186 í bókini “Translators Revived”, eftir Alexander McClure.
Tær sjey orsøkirnar eru grundleggjandi sum fylgjandi:
1) Ikki ein teirra er á Hebraiska tungumálinum, sum hinar bøkurnar í Gamla Testamenti eru.
2) Ikki ein av skrivarunum hevdar at skriva við íblástri.
3) Hesar bøkur vórðu aldri viðurkendar sum heilagar skriftir av Jødisku kirkjuni, og tessvegna vórðu tær aldri samtyktar (ella siteraðar) av Harra várum (eiheldur nøkrum av ápostlum hans).
4) Teim varð ikki loyvt pláss millum tær heilagu bøkurnar, fýra tær fyrstu øldirnar av Christnu kirkjuni.
5) Tær innihalda ævintýrligar frásagnir, og frásagnir ið mótsiga ikki bert kanónisku skriftunum, men hvørji aðrari. Í Maccabæarabókini aleina, til dømis, doyr Antiocus Epiphanes tríggjar ferðir á trimum støðum!
6) Tær innprenta lærur, sum eru í stríði við Bíbliuna, so sum bønir fyri teimum deyðu, syndafrían fullkomileika og skerseld.
7) Tær læra siðleysar gerðir, so sum lygn, sjálvmorð, manndráp og gand.
Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.