Tá ið okkara synir verða føddir, tá byrjar teirra tilvera; men Jesu tilvera sum Guð (annar persónur í tríeindini), Sonur Guðs, og Menniskjusonurin, byrjaði ikki, tá ið Orðið varð gjørt kjøt (Jóh. 1:14), t.e. tá ið Guð varð givin til kennar í kjøtinum (I. Tim. 3:16); nei, sjálvt Menniskjusonurin var í himni, áðrenn hann kom til jarðar, og eisini meðan hann var á jørðini (sí Jóh. 3:13).
Vit mugu læra um Guð, bara so sum Heilaga Bíblian lærir.
36 Og sum teir fóru á leið síni,
komu teir at einum ávísum vatni:
og hirðmaðurin segði: Sí, her er
vatn; hvat forðar mær at verða
doyptur?
37 Og Philippus segði: Um
tú trýrt við øllum hjarta tínum,
kanst tú. Og hann svaraði og
segði, Eg trúgvi, at Jesus Christus
er Sonur Guðs.
38 Og hann beyð vagninum at
standa stillur: og teir fóru niður
báðir inn í vatnið, bæði Philippus
og hirðmaðurin; og hann doypti
hann.
( Gern. Ap. 8:36-38 FKJ )