Tá ið okkara synir verða føddir, tá byrjar teirra tilvera; men Jesu tilvera sum Guð (annar persónur í tríeindini), Sonur Guðs, og Menniskjusonurin, byrjaði ikki, tá ið Orðið varð gjørt kjøt (Jóh. 1:14), t.e. tá ið Guð varð givin til kennar í kjøtinum (I. Tim. 3:16); nei, sjálvt Menniskjusonurin var í himni, áðrenn hann kom til jarðar, og eisini meðan hann var á jørðini (sí Jóh. 3:13).
 Vit mugu læra um Guð, bara so sum Heilaga Bíblian lærir.
 	 36  Og sum teir fóru á leið síni,
 	komu teir at einum ávísum vatni:
 	og hirðmaðurin segði: Sí, her er
 	vatn; hvat forðar mær at verða
 	doyptur?
 	 37  Og Philippus segði: Um
 	tú trýrt við øllum hjarta tínum,
 	kanst tú. Og hann svaraði og
 	segði, Eg trúgvi, at Jesus Christus
 		er Sonur Guðs.
 	 38  Og hann beyð vagninum at
 	standa stillur: og teir fóru niður
 	báðir inn í vatnið, bæði Philippus
 	og hirðmaðurin; og hann doypti
 	hann.
 	( Gern. Ap. 8:36-38 FKJ )
				
	