Hvørjir eru Palestinararnir?



Um tú ert so vísur í, at landið “Palestina” gongur aftur ígjøgnum tað mesta av skrásettu søguni, so vænti eg, at tú ert førur fyri at svara nøkrum grundleggjandi spurningum um landið “Palestina”:
1) Nær varð tað grundlagt, og av hvørjum?
2) Hvørjar vóru tess greinsur?
3) Hvør var tess høvuðsstaður?
4) Hvørjir vóru tess høvuðs býir?
5) Á hvørjum hvíldi tess búskapur?
6) Hvørja stjórnarskipan hevði tað?
7) Kanst tú nevna minst ein leiðara áðrenn Arafat?
8) Varð Palestina nakrantíð viðurkent av einum landi, hvørs tilveran, á teirri tíð ella nú, útilokar allan iva og tulking?
9) Hvat var tungumálið hjá landinum Palestina?
10) Hvør var ráðandi trúgvin í landinum Palestina?
11) Hvat var tess gjaldoyra? Vel onkra tíð í søguni og sig okkum hvat gjaldoyrisvirðið í Palestinska gjaldoyranum var í mun til Amerikanska dollaran, Týska markin, Bretska pundið, Japanska yenin, ella Kinesiska yuanin um tað mundið?
12) Eftirsum at tað ikki finst nakað slíkt land í dag, hvat voldi tess falli og nær hendi tað?

Tú harmar lágu støðuna hjá eini einaferð stoltari tjóð. Vinarliga sig mær, júst nær var tann tjóðin stolt og hvørjum var hon stolt av?


(Hesir rannsakandi spurningar eru týddir eftir tí, sum hann, ið legði hetta video út, skrivaði).

Onnur tíðindi