Hvøriðso vanvirðir orðið, skal verða oyddur


Onkur segði mær, at hann hevði lurtað eftir Preben Hansen og Hera Tróndheim á Lindini. Teir sótu og tosaðu um bíbliurnar í Føroyum. Teir nevndu Dahl, Victor, og Hitler-bíbliuna hjá Hera. Ta sonnu fjóna teir heilt; ja, teir vanvirða Guðs sonnu, skíru, Antiochisku, Mazoretisku Bíbliu á Føroyskum, FKJ.

Komin heim, seti eg meg og undrist yvir teir báðar. Opni Føroysku King James, og hetta versið líkasum lýsur upp, — upp í eyguni á mær:

Hvørso vanvirðir orðið,
skal verða oyddur:
men hann, sum óttast boðið,
skal verða endurgoldin.
( Orðtøkini 13:13 FKJ )

— og friðurin kom so undurfult fløðandi inn. Friðurin. Fullvissan. Fullvissan og friðurin um, at eg havi tað rætta orðið: nú loksins á Føroyskum eisini. So eg lati vanvirðararnar gera sum teim lystir. Teir smílast nú, men ikki meira, tá Guð teir oyðir.

Føroyska King James Nýggja Testamentið varð útgivið fyri SJEY árum síðani, í 29.000 eintøkum, borið ókeypis út til hvørt hús í Føroyum (tvey eintøk í hvønn postkassa), og nú eru 7000 Heilar Bíbliur deildar út til knappa helvt av landinum, og teir nokta støðugt so mikið sum at viðurkenna, at hon er til!

— Guð sær!

Eitt er, at teir vanvirða meg. Lat tað fara. Men teir vanvirða Guðs orð, tí at sanniliga, sanniliga sigi eg tær: FKJ er Guðs orð á Føroyskum.

Ná, men eg kunngeri teimum, og tykkum, og tær, at ALLAR teirra tríggjar perverteraðu bíbliur skulu verða oyddar, og teir sjálvir skulu verða oyddir, meðan Guðs sanna orð, tað skal standa um ævir. Og Guðs sanna orð, tað er King James Bíblian, og tí eisini Føroyska King James Bíblian.

Soleiðis uggar Guð síni egnu. Og hann sigur, at vanvirðararnir av hans orði skal hann oyða. Hann dømir fyri meg; taki mær tí ikki av spottarum; havi ikki tíð til teir; skal rættlesa, rætta, pakka, bera út, gera innsløg, og ikki minst: biðja.

Jesus vendi sær frá hatandi, hitleriskum, mordariskum spottarum, (sí Jóh. 8:59, til dømis). Og eg eri hansara lærusveinur: — ikki Hitlers!.

P.S. Havi við tíðini minni og minni álit á smørmjúkum smílarum. Har býr altíð okkurt lúnskt aftanfyri, til dømis ein antisemitiskur devil. Og tað, sum horast við Róm, er í song við Satan.

Stinkandi religiøsur partapolitikkur, á anti-christligum vísi!


Havi í dag, (28. januar 2018) ringt til Preben og spurt, hví teir ikki nevna FKJ, tá ið teir nevna Føroysku bíbliurnar. Hann sigur, at tað var av óvart, og at teir hava nevnt hana eina aðraferð. Ta framsøgn lati eg so standa til hansara møguligu verju. Hann lovaði eisini, at teir skuldu nevna FKJ í framtíðini, tá ið Føroysku bíbliurnar verða umrøddar. Hóast hetta, omanfyristandandi lati eg standa, tí sakin er tann, at teir tosaðu um Føroysku bíbliurnar, og nevndu ikki FKJ; og tað finnur hesin knorlin seg ikki í. Men, at bíbliufelagið ikki nevnir FKJ, tað vita vit allir ómetaliga væl, og helmingurin av hartanini omanfyri er í teirra rotna alexandriska bógv, og má standa til teirra ævigu skomm. Lat okkum so síggja, um Preben heldur orð, líka væl sum hann dugir at smíla sum ein klovn.

Vanvirðarar av tí rætta tekstinum, og elskarar av tí falska, tað eru teir allir samlir, í øllum førum.

Onnur tíðindi