Seks týðingar av Matthæusi?

(Hetta er lesarabræv, sent Norðlýsinum.)


Bíbliufelagið gevur nú bók út, har teir siga, at Evangeliið sambært St. Matthæusi hevur verðið týtt seks ferðir síðstu tvey hundrað árini.

Vanvirða teir meg so nógv, at fyri teimum eri eg ikki til, ella munnu teir ræðast meg?
Eg veit ikki. Helst bæði.
Tað er so alt í lagi, tí at eg veit, hvussu niðarligir teir eru í hasum alexandriska bíbliufelagnum: Teir skríða í alexandriskum sandi við orminum og pontifexinum. Óerligir, vanvirðiligir, bandittar – ikki sannleikans menn.

Eg meini, á sjálvum reformatións árinum geva teir út HITLER BÍBLIUNA á føroyskum, eitt anti-christiligt, anti-Ísrael devulrent lort upp úr helviti, fyri at siga akkurát sum er. Í Danmark varð hon longu kallað HITLER BIBELEN, og tað ikki uttan grund. Í február sama árið kom so ØLL FØROYSKA KING JAMES BÍBLIAN út, sum er fyrstu ferð, øll Bíblian kemur út við RÆTTA tekstinum: Textus Receptus, sum er tann Grikski teksturin sum allir reformatørarnir týddu, íroknað Luther sjálvandi, sum teir kalla seg eftir, men sum hevði so skammfuktað teir av. Tann alexandriski teksturin var reformatørunum tøkur, – men teir vrakaðu hann, tí at í 1610 (árið fyri, at KJV kom út) góvu jesuitarnir út sína Duay Rheims bíbliu, sum er 100% teksturin hjá Dahl, og 85% teksturin hjá Victor. Victor er altso frægari, men etur man mat, sum hevur eitt sindur av rottugift í? Kanska tú, men í øllum førum ikki eg! Eg eti GUÐS orð, ikki nakra djevulsins perversjón av tí!.

Teir tosa um SEKS týðingar av Matthæusi síðstu 200 ár, men í 2011 kom Føroyska King James N.T. út – sum øllum kunnugt – í 29.000 eintøkum, tvey í hvønn postkassa í landinum – ókeypis; og í 2017 (reformatións árið) kom øll FKJ Bíblian út, í 9500 eintøkum, borin út í norðaru helvt av Føroyum, – fót fyri fót við barnavogni, vikuskifti eftir vikuskifti í tvey ár, – ókeypis.

Í dag viðurkenna teir Victor. Tað høvdu teir ikki gjørt fyri 80 árum síðani. Um teir so einaferð fara at viðurkenna meg, so fari eg tó ONGANTÍÐ at viðurkenna hvørki teir ella Victor sum annað enn tað eg veit teir at vera: Forgandaðir alexandrianarar undir pontifexinum í Róm, sum allir týða og prenta FORKERTA TEKSTIN: Tann kritiska UBS tekstin, sum nú er í síni 29. útgávu, men sum grundleggjandi er tann sami sum mariu-mussandi spiritistarnir í Church of England, Westcott og Hort, góvu út í 1881. Vit reformatørar byggja ikki brúgv til Róm, men brenna hvønn stump av henni, og lata hana vera brenda. Vit hava líka lítið við Pávan og hans útsendingar at gera, sum vit hava við djevulin og hansara falnu einglar at gera: teir eru sama kompaní!. Teir eru altso grundleggjandi óbøtiligir, fíggindar av sannleikanum. Teir kunnu bara bjargast ein eftir ein, við Guðs hjálp og náði og sannleiks opinbering.

Eitt veit eg: Guð arbeiðir ikki í seksum, men í SJEYUM, og hann trónar á hini sjeyndu. Hvør er so hin sjeynda?
Ja, veitst tú?
Jú, enska King James er sjeynda Enska Bíblian, og, sum teir í hasum “wannabe” bíbliufelagnum nú sjálvir bera mær vitnisburð um, so verður Føroyska King James eisini hin sjeynda á Føroyskum. Jamen, hon kann ikki vera annað enn hin sjeynda, tí at hon fær so ikki pláss ímillum hinar seks!

Soleiðis er tað ikki frá teirra síðu, men tó frá SANNLEIKANS síðu!


Orðini hjá HARRANUM eru skír orð: sum silvur roynd í einum bræðsluovni av jørð, skírgaði sjey ferðir.
Tú skalt varða tey, O HARRI, tú skalt varðveita tey frá hesi ætt um ævir.
Psálmur 12:6-7


Scrøter týddi RÆTTA TEKSTIN: Textus Receptus, Guðs varðveitta orð, rætti tekst hópurin, óblandaður við Grikska filosofi, – tann teksturin sum Desiderius Erasmus legði prentaða grundarlagið av í 1516, og sum menn sum Stephanus, Colinæus, og Beza fínpussaðu víðari, og sum King James týðararnir valdu úr, tá ið teir týddu frá 1604 til 1611. Eg og Schrøter góvu og geva út hitt SANNA orð Guðs úr Antiókiu og Byzantium og Alpunum (Gamla Itala Bíblian, sum Waldensararnir brúktu), síðani komu hinir við sínum gnostiska, perverteraða, stytta teksti úr djevulsins Alexandriu og Vaticaninum hjá forhexaða pontifexinum í Róm, – fyri ikki at gloyma Hitler, sjálvandi.

Her er eitt video, sum eg gjørdi í 2016, til heiðurs fyri Schrøter, og sum ikki kann vera annað enn til vanheiðurs fyri Dahl og Victor, Tróndheim og Hans Jacob, tí at tað avdúkar teirra tekst sum verandi bert ein røring í suppuni og útgáva av stytta tekstinum hjá gnostikarunum í Alexandriu í 1 og 2 øld:


Og er grundarlagið perverst, so verður produktið perverst, – og kann ikki vera annað!


Viðmæltur lesnaður:
New Age Bible Versions, eftir Riplinger.

Fyri tí, tú veitst er rætt, GOYGGJ um so má vera,
Sjúrður-FKJ-Højgaard.


P.S. Um Harrin vil – og tað ger hann, og vit liva – og tað geri eg so enn, so kemur onnur útgáva av FKJ út miðskeiðis í 2024, prentað í 1000 góðsku eintøkum, seld í bókhandlum kring landið.


Onnur tíðindi