Hvat vit standa á sum PROTESTANTAR er avgerandi fyri hvørjir vit eru. Anti-christ er ikki ein framtíðarligur persónur: hann hevur sitið í okkara mittu í aldaraðir, í hvítum seyðaskinni

FUTURISMA er eitt JESUITISKT páfund og PLOTT, fyri at royna at knekka ryggin í protestantismuni.
Um pávin ikki er anti-christ, so fáa teir okkum aftur undir vald anti-christs.
So ígjøgnum sínar 200.000 jesuitar hava teir – við at sníkja seg inn á flestøll seminariir – sett í gongd falslæru eftir falslæru, sum broyta upprunaligu protestantisku læruna og støðuna hjá protestantunum.
Men vit eru enn summir, sum ikki verða vikaðir.
ALLIR teir fyrstu protestantarnir vóru samdir um, at pávin ER anti-christ.
Og tað er hann enn.
Islam er ikki anti-christ. Vaticanið er!




Ikki tær at siga, men vit sonnu King James Bíbliu trúgvandi hava sjálvandi eitt SOLA nummar seks: SOLA KING JAMES.
Eg skal nokk siga frá, um vit finna eitt sjeynda.
Við tað skulu vit nokk ikki skammast heldur.
Ikki tær at siga.
Latum okkum endurkynda reformatiónina.
Føroyska reformatións Bíblian kemur skjótt.
Tað er fyrsta stig.
At man so kann tosa um tann síðsta anti-christ, tað er nakað heilt annað.
Onnur tíðindi