Hvat merkir tað, at ektamaðurin er høvur ektakonunnar? Er tað bara “symbolskt”, ella er tað bara ein “mynd” útattil, .. ella hvat sigur nú Guðs orð?



Hvat merkir tað, at ektamaðurin er høvur ektakonunnar?

Jú, eg veit, at tit tola illa at hoyra tað, men tað hevur altso við UNDIRGIVNI at gera, tað er: hvør ið er YVIR hvørjum, og hvør skal geva seg UNDIR hvønn. Fólk tolir ikki at hoyra tað longur, men maðurin er altso tann, sum STÝRIR: maðurin er BOSSURIN. Konan er IKKI bossurin, hon stýrir IKKI manninum, eiheldur heiminum. Hon sleppur at LEIÐA heimið, tað er hava umsjón við tí dagliga rakstrinum; men maðurin er altso tann, sum STÝRIR.
At tað at vera HØVDIÐ hevur við at vera BOSSUR at gera, leggur Guðs orð so púra klárt fyri dagin, at man má SPÆLA BLINDUR fyri ikki at síggja tað!
 
Latum okkum lesa Guðs orð enn eina ferð:
Ephesus 5:22-24 FKJ:
 22  Ektakonur, undirgevið(1) tykkum
sjálvar yvirfyri tykkara egnu ektamonnum,
sum Harranum.
 23  Tí at (2)ektamaðurin er høvur
ektakonunnar, enntá eins og Christus
er høvur kirkjunnar : og hann
er frelsari likamsins.
 24  Tessvegna, eins og kirkjan
er undirgivin yvirfyri Christi, soleiðis veri
ektakonurnar fyri sínum egnu
ektamonnum í øllum lutum.
 
Altso:
Ektakona, GEV TEG UNDIR ektamann tín, tí at hann er HØVUR títt.
Jamen, tað stendur har!
(1): undirgevið tykkum sjálvar ..
(2): .. Tí at ektamaðurin er høvur ektakonunnar
So at høvurskapurin hevur altso við tað at gera, at maðurin er yvir konu síni, og konan er undir honum. Summir royna altso at taka rætta týdningin úr hesum orðunum og siga, at høvurskapurin hevur bara við forsyrgjan og verjan at gera; tað hevur tað óivað eisini, men teksturin vísir altso svart uppá hvítt, at høvurskapur mansins hevur við MYNDUGLEIKA at gera, og av tí at ektamaðurin hevur hetta pláss og henda myndugleika givnan sær frá Skaparans hond, TÍ skal ektakonan GEVA SEG UNDIR høvur sítt.
TVEY DØMIR:
Dømi 1:
Tit leikarar: undirgevið tykkum sjálvar yvirfyri liðskiparanum; tí at liðskiparin er høvur leikaranna.
Hetta skilja tit, ha? (tit, sum hava spælt ítrótt).
Dømi 2:
Tit starvsfólk: undirgevið tykkum sjálv yvirfyri bankastjóranum; tí at bankastjórin er høvur starvsfólkanna.
Jamen, hatta er so púra sólarklárt, ha?.
Hvat skilja tit so ikki við hesum:
Ektakonur, undirgevið  tykkum sjálvar yvirfyri tykkara egnu ektamonnum, sum Harranum. Tí at ektamaðurin er høvur ektakonunnar …?
Hatta er akkurát tað sama!
Tó so, at hetta er enntá Guðs orð, Guðs orðningur til hjúnarbandið til allar tíðir!!!!
.. Men her stinga tit øll fingrarnar djúpt inn í oyruni, meðan onnur gerast reyð í gronini, og aftur onnur rýma. Summar “for good”.
Jamen altso, annaðhvørt er maðurin høvdið, ella er konan høvdið, ella er hvørgin høvdið! (Har eru bara tríggir møguleikar.)
Hvat er so tilfellið?
Jú, Guð sigur, at maðurin er høvdið; og enntá, at konan skal LÝÐA (akta) mann sín.
I. Pætur 3:6  FKJ:
Enntá sum Sára lýddi Ábraham, kallandi hann harra: hvørs døtur tit eru, so leingi sum tit geri væl, og eru ikki ræddar fyri nakrari ræðslu.
Titus 2:5 FKJ:
At vera hóvligar, kýskar, passarar við hús, góðar, lýdnar fyri sínum egnu ektamonnum, at orð Guðs verði ikki Guðsspottað.
Spurningar?
Var nakað harí, sum tú ikki skilti?
Hmm?
Hatta sigur altso GUÐS ORÐ!
(Eg sigi tær bara hvat stendur skrivað.)
Hvat av hesum vilt tú ikki skilja????
Kanst tú siga mær tað??
 
Á, sum Guðs orð talar klárt, ha?
Píniliga klárt!!
Tað er altso IKKI javnstøða, og konan er IKKI bossurin. Maðurin er!!
– Akkurát sum hjá steggjanum og bøguni.
– Greiðar linjur.
Men áh, sum tað svíður hjá tykkum at hoyra sannleikan, ha?
Hatta man vera ein sannleiki, sum tað man vera best ikki at gloypa, ha?
– Ja, liv tú so bara í lygnini, sum ein geldur skøndil undir tíni bøgu. Passa tú so bara kyllingarnar inni í gásahúsinum, meðan bøgan gongur so spelkin uttanfyri og spælir steggi.
T
að kalli eg eina láturliga, viðvenda komediu.
Skilur tú, líka sum HØVDIÐ er ovast í likaminum (sí I. Cor. 11:3 FKJ), soleiðis er MAÐURIN ovast í familjuni. Líka sum høvdið STÝRIR likaminum, soleiðis STÝRIR maðurin konu síni, børnum sínum, og heimi sínum.
Er tað sivað inn??
Maðurin er altso HØVDIÐ, og tað hongur saman við UNDIRGIVNI, og tískil eisini við at VERA YVIR, at RÁÐA, at STÝRA, – at vera BOSSUR.
Hjá ektakonuni at vera undirgivin manni sínum, merkir altso at hon skal GEVA SEG UNDIR hann. Men ger hon tað? Treyðugt so! Í dag fær hon enntá UPPDUBBAÐAN STUÐUL frá tí almenna og SATAN til at koppa heiminum á høvdið, meðan maðurin skal pínast niður, knúsast og rænast; vera syndabukkur, kallast týrannur og ræðuligur, fyri bara at stýra sínum egna heimi so sum hann varð settur til at gera av sjálvum Guði og Skapara sínum.
Ja, tað er hvat tað at vera HØVUR hevur við at gera: at MAÐURIN ER BOSSURIN, og konan skal LÝÐA (t.e. akta) hann (sí Titus 2:5 og Eph. 5:24). Maðurin er YVIR konuni, og konan skal geva seg UNDIR mannin. Tástaðni er tað rætt skrúvað saman.
Er tað sivað inn??
Hetta fært tú IKKI EIN persón í Lindini, Kelduni, Nesvík, Lívsins orð, ella Filadelfia at játta til. IKKI EIN!
Men: Guðs orð hevur enn rætt.
Og Guðs orði sleppa tit ONGANTÍÐ undan. Tað talar ævinliga.
 
Genesis 3:16 FKJ:
Við kvinnuna segði hann,
Eg vil stórliga margfalda
sorg tína og framaling tína;
í sorg skalt tú bera fram børn;
og tín trá skal vera til ektamans tíns,
og hann skal stjórna yvir tær.
… and he shall rule (t.e. STJÓRNA) over thee (KJB)
 
Maðurin skal altso STJÓRNA yvir síni ektakonu, – og yvir sínum egna húsi:
I. Tim. 3:4-5 FKJ:
 4  Ein sum stjórnar væl sínum
egna húsi, havandi børn
síni í undirgivni við allari
sómasemi;
 5  (Tí um ein maður viti ikki
hvussu stjórna eigur sínum egna
húsi, hvussu skal hann taka sær
av kirkju Guðs?)
 
Konan skal vera ein PASSARI VIÐ HÚS:
Titus 2:5 FKJ:
At vera hóvligar, kýskar, passarar
við hús, góðar, lýdnar fyri sínum
egnu ektamonnum, at orð
Guðs verði ikki Guðsspottað.
 
Konan skal LEIÐA heimið (t.e. dagliga umsjónin, tí at hennara pláss er jú at vera HEIMA (Titus 2:5):
I. Tim. 5:14-15 FKJ:
 14  Eg vil tessvegna, at hinar
yngru kvinnur giftist, eigi børn,
leiði húsið ; gevi einkið føri til
mótstandaran at tala háðisliga.
 15  Tí at summar eru longu vendar
til viks eftir Satan.
 
Avkom av høggormum kunnu BROYTA Guðs orð (tí at tey ikki longur tola tað), men tað fara tey niður í heita, hula, svarta, æviga helviti fyri at gera; – og tað av røttum!. Ja, tey fara niður til tann kolsvarta lúgvandi harra, tey her á jørð tæntu!
Torir tú at innsíggja sannleikan og standa við hann?
Hetta kunnu altso allar Føroyar sleppa at spotta meg fyri at boða og læra og standa við í nøkur fá ár afturat, meðan tit slingra og drynja tykkara síðsta vers, stein-drukkin av heiminum. Í ævinleikanum fara tit ØLL at játta, at eg hevði so dundrandi rætt, – eisini í hesum.
Sannleikin svíður bara hjá teimum, sum hata hann.
Sig so AU! (Tað veit eg, at tú sigur í forvegin).
Lygnin pínir nevniliga øll, sum lýða hana.
Sannleikin setur tey frí, sum elska, kenna, og lýða hann. (sí Jóh. 8:32 FKJ)
Vit, sum lýða sannleikan, vit hava ikki ilt.
Og Guð, hann lýgur ONGANTÍÐ; tí hann kann ikki lúgva. (sí Titus 1:2 FKJ)
At trúgva og fylgja hansara orði er ikki trældómur: tað er frælsi.
Men sum er eru tit so gott sum ØLL SOMUL í fangaskapi í Egyptalandi; í trældómshúsi Potiphars og Pharaohs.
Stakkalavættini!
Ja, at liva eftir hvussu heimurin dikterar er altso altíð trældómur, tí gudur hesa heims er Satan (sí II. Cor. 4:4 FKJ).
At liva eftir Guðs orði kann ongantíð vera annað enn frælsi. Og Guð skapti tingini væl, – tað var sára gott, – og hann gav tingunum eitt ávíst samanhang, sum sæst í Bíbliuni úr permu í permu.
.. Far nú heim, far!
(Ja, hvør var tað nú, sum skuldi vera heima…?)
Ja, hvør var tað nú??
Var tað tú, ella hon?
Og hvør er høvdið?
Ja, nú havi eg so sagt tykkum!

Onnur tíðindi