Hin fyrsti almenni epistil Jóhannesar lærir okkum tvey serlig ting: 1: at eingin er, sum ikki hevur synd (smb. I. Jóh. 1:8 & 10), og 2: at eitt Guðs barn syndar ikki (smb. I. Jóh. 3:6 & 8-10). Hetta eigur ikki at síggjast sum mótsetningar, sum gera hvønn annan til einkiðs, men sum kantar hvørjumegin við á veginum, sum vit ganga á.
Vegurin, sum vit ganga á, er altso ímillum hesar báðar tilsýnilátandi mótsetningarnar: altso, at vit skulu ikki synda, men at hetta tó tekst ongantíð fullkomiliga hjá nøkrum av okkum. Ein er altso noyddur til at síggja hitt seinna í ljósinum av hinum fyrra, t.e., at tað at “ikki synda” má merkja, at ein hevur hetta sum sína hugsjón og sítt aðalmál, at nú eri eg eitt Guðs barn, og so “syndi eg ikki”, “eg vil ikki synda”. Ikki soleiðis, at tað altíð gongur so sum eg vil, men tað er tað, sum eg tó altíð seti mær fyri. Hetta er okkara tankagongd, okkara dagliga mál, sum vit hava fyri eyga. Tó kemur eingin har til, at hann kann siga, at hann ikki hevur synd, tí sum I. Jóh. 1:10 sigur: Um vit siga at vit hava ikki syndað, gera vit hann ein lygnara, og orð hansara er ikki í okkum. Men hóast hetta, at tað ikki tekst fullkomiliga, so gevur Guðs barnið seg ikki yvir til syndina fyri tað, tí tað vil ikki, eiheldur ynskir at synda; sum tað stendur í I. Jóh. 3:9, Hvørsumhelst ið er føddur av Guði, fremur ikki synd;tað er, at hann gevur seg ikki til eitt lív í synd, hann gevur ikki syndini rúm í sínum lívi. Hann ynskir ikki at synda.
Guðs barnið kann ikki vera líkaglatt yvirfyri synd, tí Guð býr jú í tí, tað er tempul Heilaga Andans (smb. I. Cor. 6:19 FKJ).
Hetta er eins og ein róðursmaður á einum kappróðrarbáti: hann fær sær eitt mið, sum hann alla tíðina kikar eftir í mun til stavnin. So heldur hann kós. Hetta má hann gera alla tíðina fyri at koma á mál. Somuleiðis mugu vit hava hetta sum okkara mál og mið, at nú eri eg eitt Guðs barn, og so syndi eg ikki. Men, tað ironiska er, at eingin kann siga seg vera komnan á mál í hesum, ikki eingong apostulin Paulus, sum lýsir hetta í Phil. 3:12-13: Ikki sum um eg hevði longu náðað, eiheldur var longu fullkomin: men eg fylgi eftir, um at eg má handtaka tað fyri hvørt eg eisini eri handtikin av Christi Jesusi. Brøður, eg rokni ikki meg sjálvan at hava handtikið: men henda eina lut eg geri, gloymandi hasar lutir sum eru fyri aftan, og rættandi fram at hasum lutum sum eru fyri framman, Strembi eg ímóti markinum fyri sigursgripin av hini høgu kallan Guðs í Christi Jesusi.
Á mál verða vit ikki komin fyrr enn vit eru komin heim í dýrdina, og tá dýrdar eingin sær sjálvum, men Jesusi Christi aleina.
Gera vit ikki so sum apostulin Paulus sigur her, so eru vit deyð í syndum okkara, sáa til kjøts okkara, og heysta deyða. Sum Rom. 8:8 sigur okkum: So at teir sum eru í kjøtinum kunnu ikki toknast Guði. Vit kunnu ikki liva okkara Christinlív í kjøtinum, men í Andanum, og tá ið vit ganga í Andanum, tá skulu vit ikki fremja girnd kjøtsins (sí Gal. 5:16). Tað heila botnar í, at Guð vil og ynskir og væntar av okkum, at vit nú liva sum tað, sum hann av síni stóru náði hevur gjørt okkum til: rættvís,
heilag og lýtaleys (sí Col. 1:21—22 FKJ).
Tí tit vóru einaferð myrkur, men nú eru tit ljós í Harranum: gangið sum børn hjá ljósi:
(Eph. 5:8 FKJ)
Vit eiga altso sum Guðs børn at liva sum tað, sum Guð hevur gjørt okkum til. Alt annað hevði jú verið forkastiligt hyklarí.
Sum Paulus sigur í Romverjabrævinum: Líkaleiðis roknið tit eisini tykkum sjálvar at vera deyðar í roynd og veru yvirfyri synd, men livandi yvirfyri Guði gjøgnum Jesus Christ váran Harra. (Rom 6:11 FKJ)
Men, legg til merkis, at alt hetta er “gjøgnum Jesus Christ váran Harra”. Vit ganga ikki fram í egnari kraft, men í kraft av tí, at vit sum frelst Guðs børn vit longu eru rættvísgjørd við trúgv á Jesus Christ.
Sum tað jú stendur so klárt hjá Jóhannesi: Men so mongum sum tóku ímóti honum, til teirra gav hann mátt at gerast synir Guðs, enntá til teirra sum trúgva á navn hansara: (St. Jóh. 1:12 FKJ).
Altso: Guð gevur okkum mátt (t.e. kraft) til at vera synir hansara; og at vera barn hjá honum er nakað, sum vit eru, ikki baraeitast fyri at vera, ja, nakað sum vit fáa kraft til at vera, og til at kunna vera. At vera eitt barn hjá Guði klárar nevniliga tað óendurfødda náttúrliga menniskjað ikki; nei, Guðs Heilagi Andi má taka búgv í tær, og so livir tú eftir honum, ikki longur eftir kjøtinum. So henda kraft er Heilagi Andin, sum í Romverjabrævinum 1:4 verður kallaður heilagleiks-andin.
Tað, sum vit eru gjørd til, eigur at altso síggjast í tí veruliga lívinum. Um tað hinvegin als ikki sæst í okkara lívi, at vit eru Guðs børn, ja, so kann spurningur setast við, um vit eru tað. So at sigast kann, at Guð heldur okkum til roknskaps fyri okkara levnað sum trúgvandi, (sí Rom. 14:12), sum er júst hetta, hvørt vit bera fram ávøkstir, sum samsvara við umvendingina (sí Matth. 3:8 FKJ). Men grundarlagið, keldan og kraftin til okkara nýggja lív, bæði frá byrjanini, og eisini áframhaldandi allan vegin frameftir, er Guðs náði í Christi Jesusi. Men náðina brúka vit jú als ikki til at synda uppá, nei, tvørturímóti, tí um Guðs náði stendur skrivað: Tí náði Guðs sum viðførir frelsu er birt fyri øllum monnum, Lærandi okkum at, avnoktandi ógudiligleika og veraldligar lystir, vit skuldu liva edrúiliga, rættvísiliga, og gudiliga, í hesi núverandi verøld; Væntandi eftir hini sælu vón, og hini dýrdsomu birting hins mikla Guðs og Frelsara várs Jesusi Christs; (Titus. 2:11-13 FKJ ).
Omanfyri lýsta samanhang ger, at tann trúgvandi í hjarta sínum verður eyðmjúkur, meðan hann livir so rætt og rættvíst sum hann kann, meðan hann alla tíðina hallar sær fullkomiliga á Jesu Christi rættvísi við trúgv, ikki á sína egnu. Tað, sum verður virkað í hansara lívi, er Guðs verk; tann trúgvandi skal bara, eins og Paulus, “fylgja eftir..” (Phil. 2:12)
Og hvat er so synd?
Ja, taka vit definitiónina av hvat synd er burtur, so gevur alt tos um náði ONGA MEINING YVIRHØVUR.
Jú, synd er misbrótingin av lógini, stendur skrivað svart uppá hvítt í I. Jóh. 3:4. Synd hevði nevniliga fingið sína skilgreining longu áðrenn náðin kom. Lógin kom við Mósesi, náði og sannleiki komu við Jesusi Christi (Jóh. 1:17). Tað varð nevniliga tørvur á náðini til tey, sum vóru misbrótarar, t.e. syndarar. Uttan lógina er jú eingin synd; og uttan synd sær eingin nakran tørv á náði. Men synd er enn synd, fyri tí um vit ikki longur tola at hoyra um hana, og síðan Móses fekk lógartalvurnar í Sinai, hevur eingin maður longur nakra umbering fyri sína synd.
Minsta krav til at skilja hatta, er at tú hevur ein heila, sum vísir nakaðsumhelst útslag yvirhøvur. Men heilan hevur mangur maður bæði sløkt og parkerað í dag, eftir øllum at døma.
Í dag vil fólk fáa frið til at tykjast sleppa at billa sær inn, at tey kunnu móttaka náði til at liva í synd í frið, men hoyra endaleyst um náði, náði, náði, meðan tey halda áfram at liva endaleyst í síni synd í frið. Tað kallast at ganga sum ein bersyndigur syndari við steindeyðum hjarta óræddur fram eftir breiða veginum beint í glatan. Um EINGIR ávøkstir síggjast í eins lívi, ja, so er ein ikki í víntræinum, tað er tá klárt.
Hvørja grein í mær sum ber ikki ávøkst tekur hann burtur: og hvørja grein sum ber ávøkst, hann reinskar hana, at hon má bera fram meiri ávøkst. (St. Jóh. 15:2 FKJ)
Men hon sum livir í njóting er deyð meðan hon livir.
( I. Tim 5:6 FKJ )
(Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T.)