Hvat hjúnabandinum víðvíkur, er henda samtíð sjúk: mest tí at fólk nú í forvegin rokna hjúnaskilnað sum ein gyldigan, forsvarligan møguleika

Eisini tí at tey trúgva djevlinum og talsmonnum hans, at tað er javnstøða ímillum mannin og konu hans: tí er og verður endaleyst togarí, og einkið tal á hjúnabandsskeiðum fær gjørt tað frískt, tí har hoyrir man ikki Guðs æviga sannleika um hjúnabandið, men tey blanda javnstøðu og sálarfrøði uppí. Bara Guðs orð gevur sannleikan, og bert við at fylgja tí, koma tingini heilt í rættlag: men so má man eisini skera seg av frá heiminum og røddum hans, (sum nú eisini hoyrast í meinigheitunum, sum heldur lítur á freudiska psychologi og pallborðsfundir við promenentum ófrelstum, enn Guðs æviga sannleiksorð, sum enn og tó hevur rætt).
Nú er komin tíð til, at tey frelstu taka fult og heilt støðu við Guðs orð, og at tey ikki blanda heimsins røddir uppí.


Onnur tíðindi