Hvat er ein sjálvrættvísur persónur? (Tað er so ongantíð ein frelstur persónur, sum livir heilagt og krevur av øðrum, sum kalla seg frelst, at tey skulu liva heilagt)


1

2

3

4

5

Mítt skrivliga aftursvar til ein andaligan óvita, sum ákærdi meg fyri sjálvrættvísi: (maðurin verður sjálvandi her ónevndur):

Góði ????????.

Tað kann vera, at eg ljóði sjálvrættvísur og beiskur, men tað eri eg ikki. Eg krevji av mær sjálvum at liva heilagt, og eg prædiki tað fyri øðrum, at um tey eru heilag, so skulu tey liva heilagt.

Nei, eg hati ikki fólk, heldur ikki teg, ella nakran annan. Tað er sannheit.

Paulus kravdi av Corinth meinigheitini, at tey skuldu reinsa seg. Tá ið eg sigi, at eg havi rættlisið bíbliuna 14 ferðir (ella 15), so er tað ikki reyp, men tað er bara so. Nei, eg geri meg ikki upp. Eg KREVJI av teimum, sum kalla seg frelst, at tey SKULU reinsa seg og liva HEILAGT, ella eru tey ikki heilag, eiheldur frelst. Eins og skrivað stendur í Guðs alhalga orði, Føroysku King James: HAVANDI tessvegna hesar fyrijáttanir, kærliga elskaðu, latum okkum reinsa okkum sjálvar frá allari óreinsku kjøtsins og anda, fullkomnandi heilagleika í ótta Guðs. (II. Cor. 7:1 FKJ)

Harrin signi teg,??????? , tykkara hjúnaband og alt tykkara lív, at tit mega vaksa í Harranum og vaksa í heilagleika, elska gott og heilagleika og tey heilagu, men hava andstygd fyri synd, hykli og falsi. Vit SKULU vera sonn. Tað vil eg vera. Og tað er einkið galið við at átala og harta synd í tí, sum eitur samfelag teirra heilagu. Men, man skal elska fólk, og tað geri eg reint faktiskt. Men eg elski Guð og halsara heilaga orð uppum alt, og elski fólk nóg mikið til at boða teimum sannleikan (………….. slettað brot …………..). Men, eg veit, at eg havi rætt í tingunum, sum eg sigi á kjv.fo, og eg sigi tey, tí eg meti, at tey treingja so nógv til at verða søgd, tí korruptiónin er so øgilig í dag, serliga ímillum hesar nýggju pinsa meinigheitirnar. Man góðtekur alt. Eitt er, at man vísir einum ófrelstum fólki góðtaking, sjálvt um tað livir í ræðuligum syndum, – tað ger man sjálvandi, – men skal tað eitast fyri at hava verið frelst í mong ár, so kann tað ikki liva sum tað gjørdi áðrenn tað bleiv frelst; jamen so er tað jú ikki frelst. Eg veit altso, at eg eri frelstur. Tað VEIT tann, sum er tað; og tað er ímillum tann einstaka og Guð. Eg góðtaki ongantíð falslæru; eg góðtaki ongantíð viðvarandi synd í samfelagi teirra heilagu; og eg góðtaki eiheldur góðtaking av viðvarandi synd í samfelagi teirra heilagu. Mín rættvísi er Jesu verk á Golgatha krossi, givin av náði, móttikin við trúgv, men SUM HEILAGUR, skal eg liva heilagt, og ikki vera sum ein tvigin súgv, sum fer út aftur at velta sær í móruni, ella hundur, sum fer aftur til spýggju sína. Man SKAL liva heilagt. Ja, tað SKAL man. Eg góðtaki SLETT IKKI, at fólk, sum kallar seg frelst, drekkur. Tey havi eg EINKIÐ SAMFELAG við. Tey sigi eg við, at um eg síggi tey full EINAFERÐ aftur í lívinum, so vóru tey ONGANTÍÐ frelst. Tað plagar at skaka tey heilt niður í hjartakúluna, so tey vakna til veruleikan, at heilagur skal liva heilagt. Tað eigur at vera UNDANTAKIÐ, at ein frelstur syndar. Sum tað verður prædikað í dag, so verður tað gjørt til tað normala. Tað toli eg ikki.

Ná, men hav tað gott. Sum sagt, – trúgv tí ella ei, – men eg eri ikki beiskur, og tað gongur ikki út uppá at spæla rættvísur og heilagur. Eg eri gjørdur rættvísur og heilagur; – tí livi eg sum tað, og fari at halda áfram at liva soleiðis. Eg ólíkt Adam, so fari eg ikki at eta av súreplinum hjá orminum, og líka sum Job, so fari eg ikki at banna Guð og doyggja. Eg fari at liva áfram heilagt við Christi og hans Halgu Ond.

Vraka meg, um tú mást, og sig hvat tú vilt. Men eg eri heilt erligur; sigi tær satt.

Eyðmjúkiligani,
Sjúrður.

Onnur tíðindi