Hvat elskart tú?


1

2

3
Ein líknandi uppliving í 2012 >

 15 ¶ So tá ið teir høvdu etið,
sigur Jesus við Símon Pætur,
Símon, sonur Jónasar, elskart tú
meg meir enn hesir? Hann sigur
við hann, Ja, Harri ; tú veitst at eg
elski teg. Hann sigur við hann,
Føð lomb míni.
 16  Hann sigur við hann aftur ta
aðru ferðina, Símon, sonur Jónasar,
elskart tú meg? Hann sigur
við hann, Ja, Harri ; tú veitst at eg
elski teg. Hann sigur við hann,
Føð seyð mín.
 17  Hann sigur við hann ta triðju
ferðina, Símon, sonur Jónasar, elskart
tú meg? Pætur varð syrgin av
tí at hann segði við hann ta triðju
ferðina, Elskart tú meg? Og hann
segði við hann, Harri, tú veitst
allar lutir ; tú veitst at eg elski teg.
Jesus sigur við hann, Føð seyð mín.
( Jóh. 21:15-17  FKJ )

Eg veit so, hvat eg elski.
So veitst tú tað í øllum førum.

Onnur tíðindi