Hvat byggir upp Guðs meinigheit?


Er tað sangur? Er tað klangur? Er tað krokkudillutár og látur? Er tað trampandi spillopparar, sum krógva seg aftanfyri planturnar?

Nei, tað er fyrst og fremst upplating av og uppbygging við Guðs orði og Guðs Anda. Alt annað kemur í aðru røð, og má mangt mangan stýrast og dempast, so tað heila ikki verður bert eitt flúgvandi cirkus.

Tolir fólkið ikki at hoyra Guðs orð rætt lært og sterkt prædikað, men bara vil hava alt hitt, so hevur tú eitt harkalið av stinkandi kjøtligum fólki, sum forglattvekk fer tysjandi at síggja fyrsta ferðandi gandakall sum kemur til landið, og situr á onkrum klubba í havn annaðhvørt leygarkvøld og sutlar sprutt.

Altso, gev mær kraft! Hvat gevur tú børnunum hjá tær at eta? Sjokulátu og sodavatn til náttverða? Hevur tú nakað vit, og elskar tú tey av sonnum, so gevur tú teimum tvær breyðflísar við góðum áleggi á.

Strangleiki er kærleiki. Eftirgeving er býttleiki og óndskapur, tí tá fer alt av lagi. Soleiðis er eisini í Guðs húsi.

Onnur tíðindi