Tú kanst líka trúgva, at tað skræðir meg sundur at síggja børnini í dag, hvussu tey hava tað. Ongan pápa, stressaða mammu, sum má arbeiða fulla tíð, meðan tey verða uppald av onkrum “professionellum” pedda-goggum á onkrum barnagegli. Stríðast og knoklast fyri at kunna betala fyri ein lítlan betongkassa av eini íbúð, sum tey ikki eingong hava tíð at vera inni í. Onkur hevur snýtt okkum: Djevulin og hansara demoniseraðu politikkarar, og nakrir sleiskir, pengagrískir banka-mafiosar. Og vit svíða fyri tí.
Tað er ikki mín meining at døma nakran, men kritisera eitt totalt gudleyst, pengagrískt, pengafokuserað, egosentriskt, stinkandi, Guð-leyst samfelag við beinari heltivisleið, og sum etur menniskjuni upp, meðan tað blakar børnini á stovn.
Fólk í dag eru givin at giftast, og tey sum giftast, rokna tað ikki sum tað, tað er: ein LÍVSLONG pakt, – við Guði og øllum menniskjum sum vitni; nei, tey slíta tað forglattvekk, og eg hati tað. Og Guð hatar tað:
Tí at eg hati hjúnaskilnað,
sigur Harrin, Ísraels Guð, og tann, ið
hylur klæði síni við illskapi, sigur
Harri herliðanna. Varðið tykkum tí
um lív tykkara og verið ikki trúleysir.
( Mál. 2:16 ).
Havi fingið nakrar viðmerkingar til greinina “Hvar bleiv mamma av?” Uppøstar ungar konur, sum ikki vilja trúgva, at eg kann hava skrivað hatta í álvara. Hevði faktiskt ikki væntað annað, tí eg havi sæð støðuna; havi sæð hvagar verandi samfelagsgongd førir; havi búð í Íslandi, sum føroyingar í dag so glaðbeintir eftirapa, og har hevur djevulin fullkomiliga koppað familjuni á høvdið. Bókstavliga ØLL eru skild, og mong eru gift uppaftur 3-4 ferðir, og rokna eina skilsmissu sum einkið. Nei, eg veit hvat eg tosi um, og fari ikki at tiga, bara tí at tit ikki tola at hoyra meg. Havi faktiskt verið og vent har sum okkara elskaða samfelag nú við fullari ferð gongur ímóti: HELVITIS PORTRI!!.
Tá ið eg var smádrongur í Rituvík, fanst EINGIN sum eg visti um í bygdini, sum var skildur. EINGIN!!. Eg gekk í fyrsta flokki, tá ið eg fyri fyrstu ferð hoyrdi um, at har var ein drongur, sum ikki hevði sín rætta pápa.
Hvat??, hugsaði eg, … hvussu ber tað til? Øll eiga ein pápa!
Nei, foreldrini vóru skild, var svarið.
Skild???
Uttan tað eru greiðar linjur um, hvør er høvdið í eini familju, kann hon ikki fungera.
Einkið skip kann sigla beina kós, sum hevur tveir javnt-stillaðar stýrimenn!
Einkið land kann fungera, sum hevur tveir javnt-stillaðar forsetar!
Tað sigur seg sjálvt!
Hvussu kann tað tá verða annað enn til endaleyst klandur og togarí, um tað skuldi verið javnstøða millum mannin og konu hansara?
Men veitst tú hvat, – tað er tað ikki! Tað er slett ikki javnstøða millum mannin og konu hansara. Guð hevur sagt, at maðurin er høvdið, og so er hann tað, tí Guð hevur ALTÍÐ rætt!
So maður: tak títt pláss!
Og kvinna: kenn títt pláss!!
Henda javnstøðuhugsanin er ikki komin úr Bíbliuni. ALT sum byrjar við “javn-” er skriðið upp úr helviti. Tað er longu mín niðurstøða; og hvussu so nógv trúgvandi í Føroyum kunnu vera villeidd og blindað til at standa øks móti øks við hasar frítt-erkleraðu Guð-leysu, gudsháðandi, 200-signandi, grein 266 trúttandi “politikarunum”, tað gongur væl yvir mítt forstand. Holið undir jørð er teimum eyðsæð kærari enn vegurin til himmals. Tað er dagsins humanisma, tolsemi og kvinnuleysríving, sum stendur aftanfyri tað at famfeløgini eru við at morla sundur. Familjan er grund-eindin í samfelagnum, og verður hon knúsað sundur, so verður alt til totalt kaos. Hesi ting eru fullkomiliga ímóti Bíbliuni og sonnum christindómi.
Ja, javnstøðuhugsanin er ein hugsan, sum hevur kropið upp úr helviti, og djevulin vil við henni skapa konstant klandur í heimunum: klandur um hvør ger matin í kvøld, hvør setur lítla Sørin í bað, hvør vaskar klæðini? osv. Hjá mær er tað púra greitt: Tað ger konan. Hesin maðurin her skuldi heldur verið konuleysur enn undir valdi av konu, bókið tað!. Havi ikki fingið mær konu til at fylla mítt pláss. Nei, hon skal fylla sítt pláss og lata meg fylla plássið hjá høvdinum, manninum. Tað er púra víst. Vil hon ikki vera kona mín so sum konu ber at vera, so kann hon bara vera einsamøll. Maðurin arbeiðir, hann smíðar, málar húsini, veltir, heldur havan, málar takið, skiftir olju, skiftir dekk, vaskar bil, stoypir tún, vaskar tún, tekur upp eplir, málar hús, rættleiðir børnini … og stýrir familjuni. Er tað ikki ríkiligt? Og eg havi langt frá nevnt alt. Maðurin sleppur at vera maður, og føla seg sum mann, og konan sleppur at vera kona og føla seg sum konu. Tá fungerar alt. Og halt so danskt-skúlaðum Guð-leysum familjuráðuppgevum laaaangt vekk. Teir (tær) vita ikki ein pinn, og hava NULL forstand; ikki bara uppá familjuna, men uppá ALT.
Hoyrdi ein av hesum gomlu siga: “Eg veit ikki. Í dag vænta konurnar, at maðurin skal vera bøga um dagin og steggi um náttina”. Tá ið hann var ungur, var ein og hvør maður steggi altíð. Og man bar seg sum ein. Einkið annað kom upp á tal. Einkið mannfólk sum er nøkurlunda í ordan kann liva við, at tað er konan sum forsyrgir, meðan hann stendur heima í fyriklæði. Ein slíkur verður skjótt í óordan, – bæði so og so. Skilji tann, ið kann. Og konan verður eitt óúthaldiligt asin, ja, sum ein segði: ein upp-pumpað heks, hvørki meira ella minni.
Øll djórarasan skilur hetta. Tey einastu, sum ikki skilja hetta, eru menniskjuni.
Hví?
Jú, tí at tey hava vent Guði bakið, og hava elt eina lygn, og nú er teirra lív alt ein lygn, og tey hava faðir lygnarinnar til faðir (djevulin). Ja, ert tú ein slíkur, so hevur tú DJEVULIN til faðir.
Ein 90 ára gamal maður hevði nikkað til hvørt orð, eg skrivi, allarmest um familjuna og hvat ein mamma er fyri nakað. Um fólkini í Rituvík, haðan eg eri, sum eru eldri enn 75, høvdu lisið greinina, høvdu tey hugsað: Gott at onkur er til enn við skili. Tey eldru hoyri eg javnan siga: “Nei nei, eg veit einki petti longur. Einkið er sum tað var fyrr!” Eg veit væl hvat tey meina við, og tað veitst tú eisini; tey meina, at tað er einki skil í longur, og TAÐ ER TAÐ HELDUR IKKI. Men tey tiga fyri frið skyld; men eg tigi ikki!
Lat meg siga eitt: eg kenni familjur (eisini ung hjún) har tað gamla lívsmynstrið er enn galdandi; og tær eru tær best fungerandi, friðarligastu, fittastu familjurnar tú finnur. Børnini eru rein og pen uppá sinn og skinn, sita ordilig við borðið, eta ordiligan mat, banna ikki, akta síni foreldur, eru friðarlig, virða tey eldru, og vita hvat er rætt og skeivt.
Hvat er hemmiligheitin? Jú: gudsótti.
Húsandakt og bøn.
Eg havi eisini sæð hetta nýggja slagið av familju, um tað kann kallast tað, og tað er ikki ein pen mynd. Djórini eru opinbart klókari enn dagsins pengagrísar.
Lat meg geva tær nøkur vers úr Bíbliuni:
1. Mós. 3:16:
Við konuna segði hann: Við miklum treytum skalt tú ganga við barni; og við pínu skalt tú føða; men tó skal tráan tín vera eftir manni tínum; og hann skal valda tær.
1. Mós. kap. 18:
( Harrin kemur at vitja Ábraham. Ábraham situr uttanfyri teltið og tosar við Harran og tveir einglar, meðan Sára ger matin. )
1. Pæt. 3:1-6:
Apostulin Pætur kallar Sáru eina heilaga kvinnu, sum setti vón sína til Guðs og var manni sínum undirgivin
Jesajah 3:12:
Profeturin Jesajah sigur eitt av teimum teknunum um, at eitt samfelag er vorðið spilt, og er komið dóminum nær, vera at “konur valda tí”.
Efes. 5:22-30 & Kol. 3:19-20:
Tá ið Paulus lærir kyrkjurnar í Efesus og Kolossu um familjuna, sigur hann hesi ting:
Kona: Ver manni tínum undirgivin
Maður: Elska konu tína, føð og klæð hana og ofra teg sjálvan fyri hana, og ver ikki beiskur við hana
Børn: Verið foreldrum tykkara lýðin í øllum lutum
Pápar: Ilskið ikki børn tykkara upp, fyri at tey ikki skulu missa mótið.
Hetta eru sonn og hyggin orð. Hetta eru Guðs orð; og tann sum ikki gevur Guðs orði rætt, hevur longu avdúkað hvør hann er:ikki ein sannur kristin. Fyri tað kann hann vera ein sannur humanist, við stórum tannpastasmíli, og smørmjúkari rødd, og nikka óført, og siga “ja ja” til alt, vera høgt elskaður av øllum og koyra gigantiskan jeep við gulluri á hond.
Ja, tað var sanniliga gott at vaksa upp í 70′ unum, tá ið Føroyar enn vóru í ordan, áðrenn Javnaðarflokkurin, Demokratia, reyðsokkar á tingi, pedda-goggar og ein korrupt barnavernd forpestaði okkum samfelagið, og tóku børnini frá okkum. Men at tað svíður hjá dagsins demoniseraðu reyðsokkum at hoyra sannleikan, tað undrar meg ikki ein pinn!
Nei, tað er eitt kavrotið samfelag, vit hava fingið í dag. Eg fell frá trúnni í seks ár, varð tá giftur við einum vantrúgvandi gudleysum reyðsokki í Íslandi, sum eisini vísti seg at vera ein hora, tí hon drakk seg fulla, var ótrúgv, og kravdi skilsmissu, íbirt og tilstuðlað av mammu síni, hugsa tær til!. So eg kenni hasa verðina innanífrá. Hon er tóm, vónleys og gleðileys, tí hon er Guð-leys.
Men Guðs orð sigur mær sannleikan. At tilhoyra Jesusi av sonnum merkir at tilhoyra veginum og ganga hann.
( Ápos. 9:2 ; 19:12 ).
Dagsins humanistiska, “ja-liga”, “tolsemis”, hyklariska samfelag sigur, at man má einki siga, sum er óbehagiligt, tí so er man “fordømandi”. Sovorið Satans lygnar-tvætl. Tá ið onkur gongur við fullari ferð ímóti einum forbergi, tá rópar tú ALT TÚ ERT MENTUR fyri at bjarga viðkomandi. Letur tú vera, so má sigast um teg, og tað av sonnum, at tú ert ÍSAKALDUR, kærleiksleysur.
“Trúgvandi” siga næstan allir føroyingar seg vera. Prestarnir prædika øll inn í himmalin, óansæð levnað ella umvending ella ei, og tað er ein lygn. Hevur tú ikki møtt Jesusi Christi sum tínum persónliga frelsara, hevur vent syndini og heiminum bakið, tekur upp krossin dagliga og fylgir Jesusi Christi eftir, so ert tú ikki frelstur, ver vísur um tað!
At eg sigi nøkur óbehagilig, hart tiltrongd sannleiks orð, tað er ikki fyri at fordøma, men fyri at geva HJARTAMASSASJU, og rópa varskó, nevniliga TÍ AT EG ELSKI MENNISKJU!!
Sjúrður Højgaard.
Beint út úr posanum – við beinari kós.
Viðmerking:
Abortion: What they won’t dare tell you:
( Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T. )