Rom er mamman at horum: og tað ger tykkum til horurnar. Fý; at svíkja Jesus Christ og Guðs orð fyri økumenissimu. Sikken nakrar nissir: hoppandi og dansandi, starblindar, druknar við býttum smíli. Bara tað er “positivt”, so man tað vera frá Guði, ha?
Eigi ikki orð fyri blindleika!
Guðs orð sigur ongastaðni, at kirkjan er okkara “mamma”, eiheldur at hon hevur mátt til at frelsa við sínum sjálv-uppfunnu “sacramentum”.
Men Guðs orð sigur okkum, at Guð Faðir er okkara Faðir, Heilagi Andin er okkara Uggari, Guð Sonurin er okkara Frelsari, okkara vinur og okkara bróðir.
Kirkjan er samfelag teirra frelstu, samfelag teirra heilagu t.e. teirra, sum eru frelst.
Øll onnur kunnu koma til eitt evangeliskt møti, og taka ímóti Jesusi Christi sum sínum persónliga Frelsara, og soleiðis gerast limir á Jesu Christi likami, hansara kirkju á jørð. Beint eftir sína frelsu eiga frelst at verða doypt í navni hins tríeinda Guðs, og møtast við øðrum frelstum til at læra Guðs orð og vaksa upp til vakstrarmál fyllingar Christs (sí Eph. 4:13 FKJ).