… og tað, sum Jesus lærdi sínar lærusveinar, lærir hann vælsaktans eisini okkum. Lat ongan siga tær øðrvísi; (tvs. lat ongan betong-høvda-babs koma og gelda teg; eiheldur blomba.)
Tí sanniliga sigi eg tykkum,
At hvørsumhelst ið skal siga við
hetta fjall, Veri tú burtflutt, og
veri tú kastað inn í sjógvin; og
skal ikki ivast í hjarta sínum, men
skal trúgva at teir lutir sum hann
sigur skulu bera á; hann skal hava
hvatsumhelst ið hann sigur.
( St. Mark. 11:23 FKJ )
Men vit eru ikki óheft av Guðs vilja:
14 Og hetta er treystið sum vit
hava á hann, at, um vit biðja um
nakran lut samsvarandi við vilja
hansara, hann hoyrir okkum:
15 Og um vit vita at hann hoyri
okkum, hvatsumhelst ið vit biðja
um, vit vita at vit hava tær umbønir
sum vit tráaðu av honum.
( I. Jóh. 5:14-15 FKJ )
Hin virknaðarsama, inniliga bøn
av rættvísum manni megnar mikið.
( Jákob 5:16b FKJ )