Hjálp, Harri: teir eru vendir frá Gudslæru at fáblum, enntá so sum tú segðirt skuldi henda

3 Tí tann tíð vil koma, tá ið teir
vilja ikki úthalda heilnæma Gudslæru;
men eftir sínum egnu lystum
skulu teir hópa til sín sjálvs frálærarar,
havandi skriðandi oyru;
4 Og teir skulu venda burtur
oyrum sínum frá sannleikanum,
og skulu verða vendir at fáblum.
( II. Tim. 4:3-4 FKJ )
Hatta hevur Satan so brúkt innskridna ormin, C. S. Lewis, til at gera.

P.S.
Hevði eg ikki verið lýðin Guði longu í 1994 og aftur í 1997 at kasta ALT burtur (bøkur, fløgur, filmir upp í 2 stórar skrelliposar), sum ikki var reint í mun til hansara orðs ljós, so hevði eg ikki átt styrkina í dag at bera hetta orðið. Muður mælir tað, sum hjartað er fult av.
Wenden sie darum um, bítti!

Onkur sigur: Jamen, Sjúrður, tú hevur ikki hugt eftir Narnia, og veitst tí ikki hvat tú tosar um.


RANGT!
Eg VEIT hvat eg tosi um, júst tí at eg IKKI havi hugt eftir Narnia, men havi BARA hugt inn í GUÐS orð nú í 10 ár út í eitt.

GUÐS ORÐ sigur mær jú longu nú, at hatta er rangt, og eitt tekin um fráfall frá Gudslæruni, so hasum haldi eg meg laaaaangt frá, meðan eg haldi áfram at eta Guðs orð, umleið 28 síður um dagin.

O, fávitskutu Galatarar,

hvør hevur forheksað tykkum..
( Gal 5:1 FKJ )
Hvør?
– mangur ein smørmjúkur sukurmunnur.
– Satan umbroyttur yvirí ein ljóseingil.
( sí II. Cor. 11:14 FKJ )
Onnur tíðindi