Fyri tína søk verða vit dripnir
allan dagin langan ; vit verða roknaðir
sum seyður til slátranarinnar.
37 Nei, í øllum hesum lutum
eru vit meira enn sigursvinnarar
gjøgnum hann sum elskaði okkum.
( Rom. 8:36-37 FKJ )
Tyndale varð útlogin, útsvertaður, og brendur; men hann – verandi deyður – talar enn:
Sum skrivað stendur:
32 Og hvat skal eg meira siga?
tí tíðin hevði svitast mær at sagt
frá um Ged´-e-on, og um Ba´-rak,
og um Samson, og um Jeph´-tha ;
um Dávid eisini, og Sámuel, og
um prophetarnar :
33 Hvørjir gjøgnum trúgv undirløgdu
kongadømir, virkaðu rættvísi,
lutaðust fyrijáttanir, byrgdu
munnar á leyvum,
34 Sløktu grimmleikan av eldi,
komust undan svørðeggini, út úr
veikleika vórðu gjørdir sterkir,
vuksu reystir í bardaga, vendu á
flótta herar hinna fremmandu.
35 Kvinnur móttóku sínar deyðu
reistar til lívs aftur : og aðrir vórðu
pínslaðir, ei takandi ímót útfrían ;
at teir máttu lutast eina betri uppreisn :
36 Og aðrir høvdu roynslu av
grimmum háðanum og húðflettingum,
ja, hartil av bondum og
fongslan :
37 Teir vórðu steinaðir, teir
vórðu sagaðir sundur, vórðu freistaðir,
vórðu vignir við svørðinum :
teir reikaðu um í seyðaskinnum
og geitaskinnum ; verandi neyðstaddir,
trongslaðir, pínslaðir ;
38 (Hvørjar heimurin var ikki
verdugur 🙂 teir reikaðu um í oyðimørkum,
og í fjøllum, og í hellum
og holum jarðarinnar.
39 Og hesir allir, havandi lutast
góðan vitnisburð gjøgnum trúgv,
móttóku ikki fyrijáttanina :
40 Guð havandi útvegað onkran
betri lut fyri okkum, at teir uttan
okkum skuldu ikki verða gjørdir
fullkomnir.
( Hebr. 11:32-40 FKJ )
P.S. Hetta var altso tikið úr trúarinnar kapitli, tit trúarrørslu fólk!
Tí fyri mær at liva er Christus,
og at doyggja er vinningur.
( Phil. 3:21 FKJ )