Hevur tú funnið útav, at Jesus er verdur at missa alt fyri? Hevur tú selt alt, og keypt jarðarstykkið, har perlan er goymd?

… Tað havi eg; og tað haldi eg áfram at gera, dagliga.
Einkið skal koma ímillum meg og Jesus. Einkið.
Alt skal undirleggjast hann. Alt.
Við Jesusi er tað nemmiliga alt, ella einkið.
Eg velji Jesus, hvørja stund, og aftur av nýggjum, og beinanvegin havi eg alt.
Jesus fyllir hjartað við lívi. Allur heimurin tilsamans er tómur.
Vel tú Jesus í dag; sig ja til hann, og hann lív tær geva man. Ja, hann kann.

Onnur tíðindi