Hetta vitstu kenslu og vind riknu karismatikararnir opinbart ikki um handan úlvin Rick Warren

 
15 ¶ Varið tykkum fyri følskum
prophetum, sum koma til tykkara
í seyðaklædnaði, men innvortis
eru teir ránskir úlvar.
( Matth. 7:15  FKJ )
SANNILIGA, sanniliga, sigi eg
tykkum, Hann sum gongur
ikki inn um dyrnar inn í seyðabyrgið,
men klývur upp onkran
annan veg, hin sami er ein tjóvur
og ein ránsmaður.
 2  Men hann sum gongur inn um
dyrnar er hirðin hjá seyðunum.
 3  Fyri honum duravørðurin letur
upp; og seyðirnir hoyra rødd
hansara: og hann kallar egnu seyðir
sínar við navni, og leiðir teir út.
 4  Og tá ið hann setir út egnu
seyðir sínar, gongur hann undan
teimum, og seyðirnir fylgja honum:
tí teir kenna rødd hansara.
 5  Og einum fremmandum vilja
teir ikki fylgja, men vilja fl ýggja
frá honum: tí teir kenna ikki
røddina á fremmandum.
 6  Hesa dømisøgu talaði Jesus
við teir: men teir skiltu ikki
hvørjir lutir teir vóru sum hann
talaði við teir.
 7  Tá segði Jesus við teir aftur,
Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum,
Eg eri dyrnar hjá seyðunum.
 8  Allir sum nakrantíð komu
undan mær eru tjóvar og ránsmenn;
men seyðirnir hoyrdu teir
ikki.
 9  Eg eri dyrnar: um meg, um
nakar maður gangi inn, hann skal
verða frelstur, og skal ganga inn
og út, og finna beiti.
 10  Tjóvurin kemur ikki, uttan
fyri at stjala, og at drepa, og at
oyðileggja: eg eri komin at teir
máttu hava lív, og at teir máttu
hava tað meiri ríkiliga.
 11  Eg eri hin góði hirðin: hin
góði hirðin gevur lív sítt fyri seyðirnar.
 12  Men hann sum er ein leigusveinur,
og ikki hirðin, hvørs
egnu seyðirnir eru ikki, sær úlvin
komandi, og fer frá seyðunum,
og flýggjar: og úlvurin fangar teir,
og spjaðir seyðirnar sundur.
 13  Leigusveinurin flýggjar, av tí
at hann er ein leigusveinur, og hevur
ikki umsorgan fyri seyðunum.
 14  Eg eri hin góði hirðin, og
kenni seyðir mínar, og eri kendur
av mínum.
 15  Eins og Faðirin kennir meg,
enntá soleiðis kenni eg Faðirin: og
eg leggi niður lív mítt fyri seyðirnar.
 16  Og aðrar seyðir eg havi, sum
eru ikki av hesum byrgi: teimum
eisini má eg koma við, og teir skulu
hoyra rødd mína; og tað skal vera
eitt byrgi, og ein hirði.
 17  Tessvegna elskar Faðir mín
meg, av tí at eg leggi niður lív
mítt, at eg mátti taka tað aftur.
 18  Eingin maður tekur tað frá
mær, men eg leggi tað niður av
mær sjálvum. Eg havi mátt at
leggja tað niður, og eg havi mátt
at taka tað aftur. Hetta boð havi
eg móttikið av Faðir mínum.
( Jóh. 10:1-18  FKJ )
Onnur tíðindi