Ein “kanón” kona



Henda kona er ein “kanón” (eftir Guðs mátistokki, ið hvussu er), sum Keldan (og Nesvík) ikki frakta heim næstu páskir, ella til sína næstu tilforgandandi kvinnuráðstevnu.

Hví?
– Alt for “gamaldags” og Bíbilskt rætt.
– Alt ov lítið mainstream.

Hendan konan lærir aðrar konur Gudiliga atferð, sum av sonnum gagnar hennara hjúnarbandi.

Tit læra okkara konur sataniska, feministiska atferð, sum forgiftar hjúnabondini.

Tit, saman við heimsins anda, framleiða eina langa røð av treiskum, devulrendum, smílandi, penga-elskandi heksum.

Syrgiligt, men satt; gevur mær fnatt; og er bert eitt av teim mongu tingum ið gera, at eg verði altíð uttanfyri tykkara verðsligu, dandandi, stinkandi, egypt-økumenisku suppu, í song við heimsins anda og Róm.

Um familjan er bygd á sataniskar ásetingar (av hirðum og elstum, og í Guðslæruni), so hevur meinigheitin eina sataniska náttúru, innast til uttast. Og tað kunnu fín, verðslig klæðir, maskara, og pudur, ikki skava útyvir.

Nei. Tey eru ikki Amisj. Men hvat so, um tey vóru? Í mun til Guðs orð, er tað størri skomm at vera ein endatíðar tíðarandaríðandi reyðsokkaheks, enn Amisj. Men tað síggja fá. Hví? Tí tey eru verðsligir kloddar, fast plantað í mammon og heiminum, við ongum Bíbliu-kunnleika, ella í øllum førum ongari virðing fyri Guðs ásetingum.

Deborah: Doyggj, og legg teg í grøvina.
Sárah: Vakna, og kom í gongd.

Inntil tá sigi eg: Illa verði tykkara kvinnuráðstevnum úr.

Onnur tíðindi