Hesin er mín háttelskaði Sonur, í hvørjum eg eri væl toknaður (Matth. 3:17 KJB/FKJ)




Og Guð segði við Móses, EG ERI TAÐ EG ERI: og hann segði, Svá skalt tú siga við børn Ísraels, EG ERI hevur sent meg at tykkum.
( Exodus 3:14 FKJ )


.. í hvørjum eg eri væl toknaður.


Í BYRJANINI var Orðið, og Orðið var hjá Guði, og Orðið var Guð..
( Jóh. 1:1  KJB/FKJ )
.. Og Orðið varð gjørt kjøt, og dvaldist okkara millum ..
( Jóh 1:14a  KJB/FKJ )


Tað vil siga, at Guð var í Christi, endursónandi heimin til sín sjálvs, ..
( II. Cor. 5:19  KJB/FKJ )


Og uttan stríðsmál, mikil er loyndardómur gudiligleikans: Guð varð givin til kennar í kjøtinum, ..
( I. Tim. 3:16  KJB/FKJ )


Tí at tað eru tríggir, sum geva frágreiðing í himni, Faðirin, Orðið, og Halgi Andin: og hesir tríggir eru eitt.
( I. Jóh. 5:7  KJB/FKJ )


Og eingin maður hevur stigið upp til himins, uttan hann sum kom niður frá himni, enntá Menniskjusonurin sum er í himni.
( Jóh. 3:13  KJB/FKJ )

… segði Menniskjusonurin, meðan hann var á jørð, t.v.s., at Menniskjusonurin VAR Í HIMNI, samstundis sum hann VAR Á JØRÐ. Hví? Tí hann er Guð, og Guð er allastaðni-nærverandi. Hann er Guð, men tó ikki harvið sagt Guð Faðirin, men Guð Sonurin.

.. royn so og fá HATTA inn í bollan á onkrum ófrelstum fólkakirkjupresti!!!


… og gloym AAAALT um “Jesus only”.  Teir kunnu bara venda um frá síni so seeera følsku falslæru!!!.  Jesus Christus og Faðirin eru eru EITT (I. Jóh. 5:7),

men teir eru ikki EIN.
Har er grundleggjandi munur á!!!!.


Tí at tað sum lógin ei kundi gera, í at hon var veik gjøgnum kjøtið, Guð, sendandi sín egna Son í líkleikanum av syndigum kjøti, og fyri synd, dómfeldi synd í kjøtinum:
4 At rættvísi lógarinnar mátti verða uppfylt í okkum, sum ganga ikki eftir kjøtinum, men eftir Andanum.
( Róm. 8:3—4 FKJ )