Hesin djevlaútdrívarin kom til somu niðurstøðu sum eg: at vantandi fríheit er í mun til vantandi opinbering av Golgatha verki Christs

Gevur tú fólki Christ Jesus, og tey taka ímóti honum í sannleika, og tey eisini fáa eina fulla og rætta opinbering av fullgjørda verki Jesu Christs á krossinum, so er einkið pláss eftir til djevulin. Tey mugu so eisini verða lærd, at liva dagliga við Harranum, ganga í ljósinum, so tey dagliga verða tváað av blóði Christs. Har, og bara har, er fullkomið, viðvarandi frælsi; ikki í endaleysari útfrían.

Trúgv á og opinbering av blóði Jesu Christs
7 Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er í ljósinum, so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu Christs, Sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.
(I. Jóh. 1:7)

Sannleikin fríar, lygnir halda fólk bundin
32 Og tit skulu kenna sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.
(Jóh. 8:32)

Vit ERU fríað frá “generational curses”
18 Við tað at tit vita, at tit ikki vórðu leyskeyptir við forgongiligum lutum, so sum silvuri og gulli, frá tykkara fáfongdu atferð sum varð móttikin við siði frá tykkara fedrum;
19 Men við dýrabæra blóði Christs, sum av einum lambi uttan lýti og uttan blett:
(I. Pætur. 1:18-19)

Golgatha er griðstaðið og frístaðið
13 Og tykkum, ið vóru deyðir í tykkara syndum og óumskering kjøts tykkara, hevur hann livandigjørt saman við honum, havandi fyrigivið tykkum allar misgerðir;
14 Og strikaði út hondskriftina av fyriskipanum sum var ímóti okkum, sum var andstøðis okkum, og tók hana burtur, við at negla hana til kross hansara;
15 Og tá ið hann hevði avvápnað fúrstadømir og máttir, helt hann sýning av teimum opinlýsliga, við at stórsigra yvir teimum í honum (krossinum).
(Kol. 2:13-15)


“Deliverance sessions might treat symtoms, but revelation heals the root—the truth heals the root”

(17:50)


Onnur tíðindi