Helvitis og djevulsins (og tí eisini Sátans) eru lýsingarorð, sum kunnu nýtast rætt ella nýtast rangt.
Tað veldst um tann, ið talar, hvørt hann mistnýtir hesi orð, ella hvørt hann staðfestir ræðuligar veruleikar.
So mikið skilti sjálvasti Jesus í Matthæus 23:15, har hann segði, at lærusveinar hjá Pharisearunum vóru tvífalt størri HELVITIS børn enn teir sjálvir; og ápostulin Paulus í Ápostlanna Gerningum 13:10, har hann kallaði Elymas fyri eitt DJEVULSINS barn.
Skilji tann, ið kann; og veri blindur og býttur áfram blindur og býttur, um hann sýtir at læra vísdóm.
Mynd: Paulus hartar og blindar hatta djevulsins barnið Elymas.