Heimamissiónin má halda allar hasar malplaseraðu ófrelstu prestarnar uttanfyri: tað er innlýsandi: teir trøllbinda fólkið við steindeyðari hákirkjuligheit, sum ikki kundi frelst eina rottu

1

2
Ápostulin Paulus vildi ikki hava Jóhannes Markus við sær út í tænastu orðsins, av tí at hann roknaði hann ikki nýtan til tænastuna, av tí at hann rýmdi frá teimum úr Pamphýliu, og fór ikki við teimum til verkið. (Sí Gern. Ap. 15:36-38 FKJ).
Seinni roknaði Paulus hann nýtan og tók hann við sær.
Men Paulus tók altso ikki hvønnsumhelst við sær út í tænastuna.
Set Paulus til bisp í fólkakirkjuni, og har hevði bara verið eini 20-30% eftir av henni; og prestatalið hevði dottið niður á 4-5.
– og hann hevði ikki gingið í gull kápu
– og hann hevði ikki tænt statinum fyri høga løn
– hann hevði tænt Guði einans, og fólkinum við at siga teimum sannleikan um øll ting, eisini um sodomi út frá brævi sínum til Rómverja, kapitul 1, versini 18-32, sum hann skrivaði undir leiðslu og íblástri Halga Andans.
Bispur: koyr hasi klovnaklæðini í skrell, og fá tær eitt ápostuls-hjarta, sum sigur sum Pætur segði við Símun galdrara, tá ið hann vildi keypa Guðs kraft fyri pening: Peningur tín glatist við tær (sí Gern. Áp. 8:20  FKJ).
Summir eru prestar Guðs yvirfyri fólkinum, (og kalla seg ikki prestar, men tó eru tað);
– aðrir eru prestar fólksins yvirfyri fólkinum, (og kalla seg prestar, men eru tað ikki).
(Øll frelst eru kongar og prestar, sambært Guði sjálvum; sí Opb. 1:6 FKJ)
Á, hvat Satan hevur verið sniðfundigur í hasum religiøsa cirkusinum, sum tit kalla fólkakirkjan, har normurin er, at tveir út av trimum eru órættvísis-tænarar, falskir ápostlar, svikaligir verkamenn; ja, Satan sum ein ljóseingil!. Lova enntá Satans-tilbiðjarum inn í dómkirkjuna! (“jamen, teir bóðu lova sær so pent í einum brævi”)!!!
Tváið tykkar eygu, og síggið tingini fyri hvat tey í veruleikanum eru, ikki fyri hvat tey látast sum um tey skuldu verið. Til tess mást tú tváa tær nógv í Guðs orði, Guðs vatni, og lata Harran Jesus Christ salva tíni eygu við eygnasalvu:
 17  Av tí at tú sigurt, Eg eri ríkur, og øktur við góðsi, og havi tørv á ongum; og veitst ikki, at tú ert vesælur, og ússaligur, og fátækur, og blindur, og nakin:
 18  Tilráði eg tær at keypa av mær gull, roynt í eldinum, at tú mást verða ríkur; og hvítan klædnað, at tú mást verða klæddur, og skommin av nakni tínum birtist ei; og salva tíni eygu við eygnasalvu, at tú mást síggja.
 19  So mangar sum eg elski, teir átali eg og agi : ver vandlátur tessvegna, og vend um.
 20  Sí, eg standi við dyrnar, og banki uppá : um nakar maður hoyri rødd mína, og opni dyrnar, eg vil koma inn til hansara, og vil eta náttverða saman við honum, og hann við mær.

( Opb. 3:17-20  FKJ )




Onnur tíðindi