Heilagleiki Sonar Guðs verður tilskrivaður honum, ið trýr á Christ. Eingin maður kann siga, at hann var ella er heilagur í sær sjálvum, – bara í Christi!

1
2
3
4
5
6
7
 6  Enntá sum Dávid eisini lýsir
signaðssemi tess mans, hvørjum
Guð tilroknar rættvísi uttan verk,
 7  Sigandi, Vælsignaðir eru teir
hvørs misgerðir eru fyrigivnar, og
hvørs syndir eru dekkaðar.
 8  Vælsignaður er tann maður til
hvørs Harrin vil ikki tilrokna synd.
( Rom. 4:6-8  FKJ )
 7  Men um vit ganga í ljósinum,
eins og hann er í ljósinum, hava
vit samfelag hvør við annan, og
blóð Jesu Christs Sonar hansara
reinsar okkum frá allari synd.
 8  Um vit siga at vit hava onga
synd, svíkja vit okkum sjálv, og
sannleikin er ikki í okkum.
 9  Um vit játta syndum okkara,
hann er trúfastur og rættvísur at
fyrigeva okkum syndir okkara, og
at reinsa okkum frá allari órættvísi.
 10  Um vit siga at vit hava ikki
syndað, gera vit hann ein lygnara,
og orð hansara er ikki í okkum.
( I. Jóh. 1:7-10  FKJ )
 21  Tí hann hevur gjørt hann at
vera synd fyri okkum, hvør kendi
onga synd; at vit máttu verða
gjørdir rættvísi Guðs í honum.
( II. Cor. 5:21  FKJ )
 31  Fyri at, samsvarandi sum tað
stendur skrivað, Hann sum rósar
sær, lat hann rósa sær í Harranum.
( I. Cor. 1:31  FKJ )
Men so er tað sjálvandi tað inni í myndini, at um man livir úti í synd sum trúgvandi, so er man egentliga fráfallin.
So okkara gerðir eru ikki uttan týdning; men tær frelsa ikki: tær bara prógva, um vit standa í trúnni, ella ikki.
Sum Jácob sigur:
18 Ja, ein maður kann siga,
Tú hevurt trúgv, og eg havi gerningar:
sýn mær trúgv tína uttan
gerningar tínar, og eg vil sýna tær
trúgv mína av gerningum mínum.
( Jácob 2:18  FKJ )
Trúgvin er tað berandi.
Gerningarnir eru ávøksturin av trúnni; prógvið um, at hon er har.
Onnur tíðindi