Colton Burpo fór til himins, tá ið hann var 4 ára gamalur.
Pápi hansara, Todd Burpo, skrivaði eina bók um tað.
Onkur annar hevur skrivað eina aðra bók, sum hevur okkurt líknandi heiti, og tann persónurin sigur nú í dag, at hann leyg, og gav eina bók út fyri pengar.
Men tað er ikki tann sami sum Todd Burpo. Colton fór til himins. Veruliga.
Ja. Tað havi eg altíð følt og vitað.
Hasi Burpo fólkini eru SONN CHRISTIN.
Tey finnast altso, – sonn christin altso.
Vitsti tú ikki av tí?
Havi ongantíð trúð røvarasøgunum um, at Colton og Todd skuldu havt logið. Nei, og aftur nei.
Nú er so sannleikin komin fram, at tað var onkur annar, sum hevur logið.
Men, lygnini trúði eg so ongantíð.
Og at himinin finst veruliga, tað nýtist eingin at siga mær. Tað hevur Guð longu sagt mær í orði sínum. Og harafturat víst mær.
Men feðgarnir omanfyri eru tvey Guðs børn, og eingir lygnarar.
Tað sigi eg tær satt.
Og eitt kann eg siga tær afturat: Tann, sum skrivaði ta følsku bókina, er IKKI ein Christin. Tann persónurin er ein Judas, eitt helvitis barn, beint á veg í helviti.
Hvat ert tú?
Hvar fert tú?
Christin elska Guð, ikki mammon.
Hvønn elskar tú?
Kennir tú ikki eitt lygivætti frá einum sannleiksmanni?
Altso, ert tú ikki eingong síggjandi?
Ella ert tú kanska ein av teim mongu, sum trúgva hvørji lygn, og bera lygn víðari?
Átti tú ikki at farið og gjørt okkurt við tað?
Hmm?
Revolvaratos.
Men at Satan hatar hesa hendingina, og at hann eigur fult av fólki, sum fáa SOOOO ILT av hesi hendingini, tað undrar meg ikki eitt pinn.
Men at trúgvandi fólk ikki skulu kenna satt frá følskum, tað undrar meg.
P.S. Hvussu desperatur Satan kann blíva havi eg annars sjálvur fingið at síggja, tá ið fólk enntá taka míni innsløg, klippa tey sundur, og seta tey saman aftur til at siga júst tað ØVUGTA av tí sum eg segði; og tá ið tey stovna YouTube kanalir í mínum fulla navni við materiali, sum er ímóti Christindóminum. Tá eru Satan og hansara pakk desperat. Men tað er so lágt niðri, at tað letur man Guð taka sær av. Tey fáa sín dóm, um tey ikki nú venda um til Jesus Christ og verða frelst av sonnum.
Hvør er tín framtíð – helvitis ævigi eldur, ella heaven for real?
Lygn kunnu tit pissa onkra aðrastaðni,
hana pissa tit ikki uppá meg.
Sum sagt: Eg kenni andlitið á sonnum Guðs børnum, og sonn Guðs børn lúgva ikki, allar minst um Guð, og feðgarnir omanfyri nevndu eru sonn Guðs børn.
Hvat onkur geld prosperity-pimp-humanissa so sum Joel Osteen kundi funnið uppá, tað er nakað heilt annað, men teir mugu vit kenna langan veg fyri hvat teir eru, og skýggja teir. (I. Tim. 6).