At lesa hásongin virkar ikki longsul eftir siðloysi ella hordómi; nei, einans longsul eftir JESUSI, mínum háttelskaða.
Um náttina á míni song eg søkti hann, sum sál mín elskar: eg søkti hann, men eg fann hann ikki.
2 Eg vil rísa nú, og fara um staðin á gøtunum, og á teimum breiðu vegunum vil eg søkja hann, sum sál mín elskar: eg søkti hann, men eg fann hann ikki.
3 Varðmenninir, sum fara um staðin, funnu meg: til hvørja eg segði, Sóu tit hann, sum sál mín elskar?
4 Tað var bert eitt sindur, sum eg fór framvið frá teimum, uttan at eg fann hann, sum sál mín elskar: eg helt honum, og vildi ikki lata hann fara, inntil eg hevði ført hann inn í hús móður mínar, og inn í kamarið hjá henni, sum ól meg fram.
5 Eg áleggi tykkum, O, tit Jerusalems døtur, við rádýrini, og við akranna hindir, at tit øsi ikki upp, ella veki mín kærleika, til honum lysti.
( Hásongurin 3:1-5 FKJ )
16 ¶ Vakna, O, norðanvindur; og kom, tú sunnan; blás omanyvir mín urtagarð, at hansara kryddurtir mega floyma út. Lat mín háttelskaða koma inn í sín urtagarð, og eta sínar dámligu fruktir.
( Hásongurin 4:16 FKJ )
16 ¶ Mín háttelskaði er mín, og eg eri hans: hann beitast millum liljurnar.
( Hásongurin 2:16 FKJ )
9 ¶ Hvat er tín háttelskaði meir enn ein annar háttelskaður, O, tú fagrasta millum kvenna? hvat er tín háttelskaði meir enn ein annar háttelskaður, at tú áleggurt okkum so?
10 Mín háttelskaði er hvítur og reydligur, hin fremsti millum tíggju túsund.
11 Hans høvur er eins og hitt mest fína gull, hans lokkar eru buskutir, og svartir sum ein ravnur.
12 Hans eygu eru sum eyguni á dúgvum við løkirnar av vøtnum, tvigin við mjólk, og fittligani sett.
13 Hans kinnar eru eins og ein kryddurta song, sum søt blomstur: hans varrar líka sum liljur, dryppandi søtt angandi myrru.
14 Hans hendur eru sum gullringar, settir við beryllinum: hans kviður er sum bjart fílabein, yvirklætt við sapphïrum.
15 Hans leggir eru sum súlur av marmor, settar uppá soklar av fínum gulli: hans ásjón er sum Li´-ba-non, frálík sum sedristrøini.
16 Hans munnur er mest søtur: ja, hann er fullkomiliga yndisligur. Hesin er háttelskaði mín, og hesin er vinur mín, O, Jerusalems døtur.
( Hásongurin 5:9-16 FKJ )
5 Styðjið meg við karaflum, troystið meg við súreplum: tí eg eri sjúk av ást.
( Hásongurin 2:5 FKJ )
P.S.
Tað hevði ikki undrað meg eitt vet, um tað næsta eg hoyrdi var, at Jógvan Zachariassen var vorðin CATOLIKK, og sniðfundigani hálaði ein stóran part av fríkirkjuliga veinginum undir Rom við sær nú í endatíðini. Eg trúgvi, hann er framleiddur undir JESUITISKARI ávirkan, líka sum “náði einans” falsboðararnir eru.
Man fer IKKI á teologi seminarii at læra um GUÐ, – man skal kenna hann.