HARRIN Guð mín er ein ástbrellin Guð (og ástbrelni kann tí vera sunn, góð, og ikki uttan grund, og tá aldeilis eingin veikleiki ella sjúka)

Tú skalt ikki boyggja niður
teg sjálvan fyri teimum, ella tæna
teimum : tí at eg, Harrin Guð tín,
eri ein ástbrellin Guð, heimsøkjandi
misgerð fedranna omanyvir
børnini at hinum triðja og fjórða
ættarliði hjá teimum sum hata
meg;
( Exodus 20:5  FKJ )

thou shalt not bow down
thyself to them, nor serve them:
for I the Lord thy God am a
jealous God, visiting the iniquity
of the fathers upon the children
unto the third and fourth generation
of them that hate me;
( Exodus 20:5  KJB)

Tí at tú skalt tilbiðja ongan annan
gud: tí at Harrin, hvørs navn
er Ástbrellin, er ein ástbrellin Guð:
( Exodus 34:14  FKJ )

For thou shalt worship no other god:
for the Lord, whose name is Jealous,
is a jealous God:
( Exodus 34:14  KJB)

Ástbrelnis-royndin:


 11 ¶ Og Harrin talaði við
Móses, sigandi,
 12  Tala við børn Ísraels, og
sig við teir, Um ektakona nakars
mans fari til viks, og fremji eitt
misbrot ímóti honum,
 13  Og ein maður liggi við henni
kjøtliga, og tað verði fjalt frá eygunum
á ektamanni hennara, og
verði hildið loynt, og hon verði
dálkað, og tað veri einkið vitni
ímóti henni, eiheldur hon verði
tikin við háttarlaginum;
 14  Og ástbrelnis-andin komi
uppá hann, og hann veri seg ástbrellin
um sína ektakonu, og hon
veri dálkað : ella um ástbrelnis-andin
komi uppá hann, og hann
veri øvundsjúkur um sína ektakonu,
og hon veri ikki dálkað:
 15  Tá skal maðurin koma við
ektakonu síni at prestinum, og
hann skal koma við hennara ofri
fyri hana, tíggjundarpartin av eini
e´-phuh av byggmjøli ; hann skal
onga olju hella uppá tað, ella koyra
roykilsi hará ; tí at tað er eitt ástbrelnis-
offur, eitt minnisoffur, førandi
misgerð til endurminningar.
 16  Og presturin skal koma við
henni nær, og seta hana framfyri
Harran:
 17  Og presturin skal taka heilagt
vatn í eitt jarðílat; og av dustinum
sum er í gólvinum av tabernaklinum
skal presturin taka, og koyra
tað inn í vatnið:
 18  Og presturin skal seta kvinnuna
framfyri Harran, og avdekka
høvur kvinnunnar, og koyra minnisofrið
í hennara hendur, sum er
ástbrelnisofrið : og presturin skal
hava í síni hond tað beiska vatnið,
sum veldur banningina:
 19  Og presturin skal áleggja
henni við einum eiði, og siga við
kvinnuna, Um eingin maður havi
ligið við tær, og um tú hevurt ikki
farið til viks til óreinsku við einum
øðrum í staðin fyri ektamann tín,
veri tú frí frá hesum beiska vatni,
sum veldur banningina:
 20  Men um tú hevurt farið til
viks til ein annan í staðin fyri ektamann
tín, og um tú veri dálkað,
og onkur maður havi ligið við tær
umframt ektamann tín:
 21  Tá skal presturin áleggja
kvinnuni við einum banningareiði,
og presturin skal siga við
kvinnuna, Harrin geri teg eina
banning og ein eið millum fólks
tíns, tá ið Harrin fær tína lend at
rotna, og tín kvið at trútna;
 22  Og hetta vatnið, sum veldur
banningina, skal fara inn í tínar
innangoymslur, at fáa tín kvið at
trútna, og tína lend at rotna : og
kvinnan skal siga, A´-men, a´-men.
 23  Og presturin skal skriva
hesar banningar í eina bók, og
hann skal sletta tær út við tí
beiska vatninum:
 24  Og hann skal elva kvinnuni
at drekka tað beiska vatnið, sum
veldur banningina: og vatnið, sum
veldur banningina, skal innfara
inn í hana, og gerast beiskt.
 25  So skal presturin taka ást-
brelnisofrið út úr kvinnunnar
hond, og skal reiggja ofrinum
frammi fyri Harranum, og ofra
tað uppiá altarinum:
 26  Og presturin skal taka ein
fullan lógva av ofrinum, enntá
minnið harav, og brenna tað
uppiá altarinum, og síðani skal
elva kvinnuni at drekka vatnið.
 27  Og tá ið hann hevur fingið
hana at drekka vatnið, tá skal tað
bera á, at um hon veri dálkað,
og havi gjørt misbrot ímót ektamanni
sínum, at vatnið sum veldur
banningina skal innfara inn í
hana, og gerast beiskt, og hennara
kviður skal trútna, og hennara
lend skal rotna : og kvinnan skal
vera ein banning millum fólk sítt.
 28  Og um kvinnan veri seg ikki
dálkað, men veri seg rein; tá skal
hon vera frí, og skal ala fram sáð.
 29  Henda er lógin um ástbrelnir,
tá ið ein ektakona fer til viks til
ein annan í staðin fyri ektamann
sín, og verður dálkað;
 30  Ella tá ið ástbrelnis-andin
kemur uppá hann, og hann verði
ástbrellin yvir sína ektakonu, og
skal seta kvinnuna framfyri Harran,
og presturin skal útinna uppá
hana alla hesa lóg.
 31  Tá skal maðurin vera sakleysur
frá misgerð, og henda kvinnan
skal bera sína misgerð.
( Nummur 5:11-31  FKJ )

Onnur tíðindi