Universalisma lærir falskt, at øll ERU frelst. Hesir helvitis prestarnir siga, at bara tey eru sprinklaði og trúgv ímóti hasi følsku “kirkjuni” fyri einhvønn prís, so eru tey frelst; sjálvt um tey ikki hava tikið ímóti Jesusi Christi sum sínum persónliga Frelsara, liva áfram óendurfødd í sínum syndum órædd, og herdaði verja sína synd niðri í Grasagarði og í hasum almenna propaganda maskinarínum, sum vit verða tvingaði til at gjalda 2000 kr. fyri um árið, men ikki yvirhøvur skoyta um at hava).
3
Teksturin, sum teir altíð brúka, (sum bara sigur hálvan sannleika), er Colossubrævið 1:20-22.
At brúka henda tekstin er líka sum bara at lesa fyrru helvtina av Jóhannes 3:16; Tí so elskaði Guð heimin, at hann gav eingitna Son sín. Har enda teir. Tann fulli sannleikin er, at tað eru bara tey, sum TRÚGVA Á HANN, sum ikki skulu glatast. Tey, sum IKKI TRÚGVA Á HANN, – TEY GLATAST. Tað høvdu teir ALDRI funnið uppá at sagt, tí so høvdu teir verið selektivir, teir høvdu ikki longur verið POPULERIR millum hasar ófrelstu, hákirkjuligu heidningarnar, sum troppa upp í Grasagarði at fremja sodomiið í landinum. Teir eru falskir prophetar.
Men HVUSSU KANN EIN ÓFRELSTUR “PRESTUR” annað enn prædika lygn???
Hann fór ófrelstur á prestaskúla, varð lærdur av ófrelstum platoniskum nosshøvdum, og kom aftur sum ein dupultur devil, eitt tvífalt helvitis barn, tværreisur slitin upp við rótunum.
Um tú lesur víðari út í vers 23 í teirra mest brúkta avsnitti, – sum teir taka úr sínum samanhangi, – so sært tú, at henda sáttargerð hevur ta treyt, at tú, sum frelstur, HELDUR ÚT í trúnni, sum vil siga, at talan er um fólk, sum er Í CHRISTI, altso sum hava tikið ímóti honum, trúgva á hann, fylgja honum osv. Kapitulin byrjar annars við at ávarpa heilagar og trúfastar brøður í Christi (sí vers 1).
Her eru nakrir tekstir, sum vísa sannleikan í síni heild, at frelsan er vunnin øllum, MEN at tað skal boðast øllum, og BARA TEY, sum taka við Jesusi Christi, eru frelst, hini glatast:
Jóhannes 3:16
Jóhannes 3:36
Jóhannes 14:6
Genesis 3:22-24
Markus 16:15-16
Matthæus 7:13-14
II. Cor. 5:17-21
Gerningar Apostlanna 4:12
Gerningar Apostlanna 17:22-31
Jóhannes 10:9
I. Jóhannesar bræv 5:12
Paulus steig ikki fram á Mars heyggi og boðaði vantrúgvandi, ófrelstum philosopphum, at teir “VÓRU FRELSTIR”; nei, hann boðaði teimum, at teir skuldu VENDA UM, tí at dómadagur stendur fyri framman.
Tað sama má eg boða Theodoriusi og Meinhardi Svartalíð.
Sannleikin vinnur!
For ever, O Lord, thy word is settled in heaven.
( Psalm 119:89 KJB )