Halganin: hon hevur tvær síður



Tey trúgvandi verða í Guðs orði kallað, “tey heilagu”.

Paulus byrjar heilasan sína til Corinthmanna soleiðis:
.. til teirra sum eru halgaðir í Christi Jesusi, kallaðir at vera heilagir, ..
( I. Cor. 1:2 FKJ )

Og seinni í sama brævi skrivar hann:
.. men tit eru tváaðir, men tit eru halgaðir, men tit eru rættvísgjørdir í navni Harrans Jesu, og við Anda Guðs várs.
( I. Cor. 6:11 FKJ )

Hann endar II. Corinthbræv við hesum heilanar-orðum:
.. Allir hinir heilagu lata heilsa tykkum.
( II. Kor.13:13 FKJ )

Hann ávarpar Ephesusmenn við hesum orðum:
Paulus, ein apostul Jesu Christs við vilja Guðs, til hinna heilagu sum eru í Ephesus, og til hinna trúføstu í Christi Jesusi: ..
( Ephesus. 1:1 FKJ )

Og til Colossumanna ljóðar heilsanin:
Til hinna heilagu og trúføstu brøðra í Christi sum eru í Co-los´-se : Náði veri innat tykkum, ..
( Col. 1:2 FKJ )

Og í Hebrearabrævinum sigur Paulus:
Við hvørjum vilja vit eru halgaðir gjøgnum ofringina av likami Jesu Christs eina ferð fyri allar.
( Hebr. 10:10 FKJ )

Judas sigur tað sama:
.. sum varð eina ferð fingin hinum heilagu.
( Judas v. 3 FKJ )

Hjá hinum frelsta er halganin nakað, sum longu er hent. Vit vóru einaferð vanheilag, men eru nú halgað; vit vóru vantrúgvandi, men tóku við trúnni á Harran Jesus Christ. Vit vóru langt burtur frá Guði, men komu nær til hansara við blóði Christs, ( Ephes. 2:13 ).

Tá ið vit tóku við trúnni á Jesus Christ, – tá ið vit trúði tí, sum Heilagi Andin vitnar um hann, at hann gjørdi fullkomna sáttargerð fyri Guði okkara vegna, tá ið hann tók okkara syndir upp á seg og bar revsingina, sum vit høvdu uppiborið, – tá vórðu vit gjørd heilag. Ja, vit vórðu gjørd líka heilag sum Guðs Sonur var og er, tí hann tók syndafríur okkara skuld upp á seg og tók revsingina, sum vit skuldu havt fingið fyri okkara syndir. Tann einstaki og Jesus býttu um pláss, tá ið Jesus leið og doyði á krossinum fyri okkum. Hann varð banning fyri okkum, tí at skrivað er: “Bannaður er hvør tann sum hongur á einum træi” (Gal. 3:13 FKJ).

Legg til merkis tað, sum vit lósu í I. Cor. 6:11: vit eru halgaðir. Setningurin stendur í nútíð.
Altso er hetta nakað, sum er gjørt! Og við hvørjum er hetta møguligt? Jú, “…í navni Harrans Jesu, og við Anda Guðs várs.”

Okkara halgan hevur við navnið hjá einum øðrum enn okkum sjálvum at gera. Tað er ikki tí, at vit sjálvi eru so heilag, at vit kunnu vera heilag, og kallað heilag, men tí Jesu Christs navn er heilagt. Navnið hjá einum hevur við sjálvan persónin at gera, og vísir til, hvør gjørdi tað. Í okkara føri var tað altso Jesus Christus, sum útførdi halganina av okkum. Tað var hansara offur, sum halgaði okkum.

“…og við Anda Guðs várs.”
Andi Guðs ger okkum heilag. Ta løtu, vit taka við trúnni á Jesus Christ sum okkara Frelsara, tá kemur Heilagi Andin í hjarta okkara; vit verða hansara tempul, hansara bústaður, og vit kunnu siga, at húsið halgast av tí ovurheilaga, sum tá býr í tí.

Býr Andi Guðs og Christs í okkum, tá er tað ómøguligt annað, enn at vit verða nýggj, – vit verða onnur enn vit vóru áður.

Tessvegna um nakar maður veri í Christi, hann er ein nýggjur skapningur: gamlir lutir eru
farnir burtur; sí, allir lutir eru vorðnir nýggir.
( II. Cor. 5:17 FKJ ).

Hóast vit enn stríðast við holdið og stundum kunnu verða við undirlutan, so broytir hetta ikki tann sannleika, at vit eru heilag fyri Guði, so framt sum vit standa føst í trúnni. Vit vórðu halgað við ofringini av likami Jesu Christs eina ferð fyri allar. Guð sær okkum nú í Syni sínum Jesusi Christi, – líka heilag sum Jesus Christus sjálvur er. Vit eru fjald við Christi í Guði, smb. Col. 3:3 FKJ.

Heilagi Andin halgar okkum á tveir mátar:
1) Hann vaskar okkum (innara menniskjað)
( Titus 3:4-6 FKJ )
2) Hann halgar okkara ytra lív (okkara gerningar)
( I. Pæt. 1:2 FKJ )

Halganin hevur altso tvær síður. Fyri tað fyrsta er hjartað vorðið reint við trúnni á hin krossfesta, men tínæst væntar Guð av okkum, at vit skulu liva eitt heilagt lív; eitt lív, sum er reinsað og upplýst av hansara orði. Guð nevnir okkum heilag, og biður okkum síðan liva sum tað, sum hann av síni náði hevur gjørt okkum til. Men, vit eru av sonnum heilag, tí Guð sigur tað jú sjálvur. Men í grundini er hetta ein gáva. Hetta er ikki av okkum sjálvum, (sí. Eph. 2:8-10).

Tí við einum ofri hevur hann fullkomingjørt um ævir teir sum verða halgaðir.
( Hebr. 10:14 FKJ )

Legg til merkis tað, vit lósu, at vit eru fullkomingjørd í Jesu ofri, men samstundis verða vit støðugt halgað, dag fyri dag, so framt sum vit eru lýðin og hoyrilig, so sum Guð vil og ynskir.

Tí ei hevur Guð kallað oss til óreinleiks, men til heilagleiks.
( I. Thess. 4:7 FKJ )

Um lívið í halgan sigur Paulus soleiðis til Romverjanna:

19 Eg tali eftir háttalagi manna
vegna veikleika kjøts tykkara: tí
eins og tit hava undirgivið limir
tykkara tænarar hjá óreinsku og
hjá misgerð at misgerð; enntá
soleiðis nú undirgevið limir tykkara
tænarar hjá rættvísi at heilagleika.
20 Tí tá ið tit vóru tænararnir
hjá synd, vóru tit fríir frá rættvísi.
21 Hvønn ávøkst høvdu tit tá
í hasum lutum við hvørjar tit nú
skammast? tí endin á hasum lutum
er deyði.
22 Men nú verandi gjørdir fríir
frá synd, og vorðnir tænarar fyri
Guði, hava tit ávøkst tykkara at
heilagleika, og endin ævigt-varandi
lív.
( Rom. 6:19-22 FKJ )

Vit mugu liva so sum Guð, við fullgjørda verki Jesu Christs á Golgata, av síni náði, við trúnni hevur gjørt okkum til: vit eiga at liva sum heilag. Og tað er júst soleiðis, sum Guð longu sær okkum, tí vit eru fjald í Christi.

2 Setið alsk tykkara á lutir fyri
oman, ikki á lutir á jørðini.
3 Tí tit eru deyðir, og lív tykkara
er fjalt við Christi í Guði.
4 Tá ið Christus, hvør er lív okkara,
skal birtast, tá skulu tit eisini
birtast við honum í dýrd.
( Col. 3:2-4 FKJ)

Av tí at vit eru heilag, latum okkum tí eisini liva sum heilag.


(Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ. N.T.)