Guðs orð heldur sær væl á trappuni í Vestmanna

Í gjár, tá ið eg gekk við FKJ Bíbliuni í Vestmanna, kom eg til eitt manntómt, gamalt hús. Tá ið eg var komin upp á trappuna, sá eg okkurt, sum líktist eini bók á ovastu trappu. Við nærri eftirkannan sá eg, at hetta vóru tvey FKJ Nýggja Testamentir, sum hava ligið har síðan á heysti hins Harrans árs 2012.

Latum oss biðja tess, at Guðs orð má verða varðveitt líka væl innangátts sum uttangátts; ikki einans í Vestmanna, men eisini alla aðrastaðni kring landið várt; tí tað, eg havi borið tykkum, er Guðs orð, ikki enn eitt alexandriskt lort.


6 ¶ Hann talaði eisini hesa dømisøgu; Ein ávísur maður hevði eitt fikutræ plantað í sínum víngarði; og hann kom og søkti ávøkst á tí, og fann ongan.
7 Tá segði hann við røkjaran av sínum víngarði, Sí, hesi trý ár komi eg, søkjandi ávøkst á hesum fikutræi, og finni ongan: høgg tað niður, hví armar tað jørðina?
8 Og svarandi segði hann við hann, Harri, lat tað vera hetta árið við, til eg skal grava um tað, og taða tað:
9 Og um tað beri ávøkst, gott: og um ikki, so eftir tað skalt tú høgga tað niður.
(Lukas 13:6-9 FKJ)

Onnur tíðindi